Oddagrein· Búskapurin, einskiljing og blokkstuðul

Viðhvørt tykist tað, sum búskaparligi veruleikin hevur ringt við at treingja ígjøgnum á politiska leikvøllinum. Vit hava í vikuni verið vitni til, at landsbankastjórin er komin við broyttum tølum fyri búskaparvøkstur, ikki bert fyri í ár og næsta ár, men eisini tvey ár afturút. Við øðrum orðum hevur vøksturin í føroyska búskapinum ikki verið so stórur, sum vit hava hildið, og sitandi samgonga hevur reypað um. Vøksturin í inniverandi ári nærkast misteinkiliga nógv null, og hvør veit, kanska ein endurskoðan um tvey ár fer at vísa júst hetta.

Okkara fíggjarmálaráðharri, ið hevur sagt í sjónvarpi, at hann ongantíð fór at leggja eina fíggjarlóg við halli fram, tosar nú um hall á fíggjarlógini. Skjótt gongur hvønn vegin, má ásannast, og spennandi verður, um Karsten Hansen nú fer at leggja frá sær, so onkur annar kann standa fyri fíggjarlógini við halli.

Búskapurin í Føroyum er stagneraður, og tað er alt, ið bendir á, at vit mugu spenna beltið inn í Føroyum komandi árini. Skilagóðu røddirnar, ið hava ávarað um gongdina, hava verið kveistraðar til viks við ákærum um at spreiða ræðumyndir, undirbrotligheit o.s.fr.

Blokkniðurskurðurin uppá 366 milliónir um árið ? eina góða millión um dagin ? byrjar so smátt at merkjast, hóast veljarin var fyrigyklaður, at hetta ikki fór at vera so. Vit sóu, hvussu heimahjálpin var skerd herfyri, og nú verður tosað um at leggja alla eldrarøkt út til kommunurnar, allarhelst uttan at peningur fylgir við.

Alt hetta burdi gjørt, at politkarir nú steðgaðu á og løgdu høvdið í blot fyri at tryggja, at samfelagið ikki rennir seg í veruliga kreppu. Tíverri sær tað út sum, at veruleikin hevur ringt við at treingja ígjøgnum.

Nú verður tosað um at privatisera Føroya Banka og lata peningin fara til niðurgjald av landskassaskuld og blokkniðurskurð. Við øðrum orðum vilja samgongupolitikarar fara at skerja blokkin uppaftur meir, nú tað av álvara byrjar at sansa at í landsbúskapinum og vit fáa hall á fíggjarlógini. Hetta er ábyrgdarleyst og veruleikafjart. Hvussu nógv lond hava onga uttanlandsskuld? Er tað realistiskt at gera útrokningar útfrá null skuld í allar ævir frameftir?

Skal Føroya Banki privatiserast, so er uppskotið um at lata øllum føroyingum partabrøv tað besta. Tá kemur tað meiniga føroyinginum til góðar. Tað kann væl verða, at tað í síðsta enda verða tey somu, ið eiga bankan, men í hvussu so er, so sleppur tann einstaki sjálvur at raðfesta, hvussu peningurin frá eventuellari sølu skal brúkast, heldur enn at peningurin verður brúktur til at skera blokk við, samstundis sum vælferðartæansturnar verða skerdar og øki verða kloynd niðuryvir kommunurnar, helst uttan pening. Samgongan hevur við sera vánaligur raðfesting síni skatt álitið millum manna somikið nógv, at føroyingurin er nógv betur stillaður við sjálvur at umsita vinningin av privatiseringini av Føroya Banka sum einstaklingur. Uppskotið hjá Kristinu Háfoss kann bert brúkast, um samgongan dugir betur enn borgarin at raðfesta landsins pening, men samgongan hevur prógvað júst tað øvugta.

Sosialurin