Alt gekk tíbetur sum fótur í hosu, og tað eiga øll, ið hava havt við hesa vitjan at gera, rós fyri. Tað kann geva umheiminum eina kenslu og fatan av, at sjálvt úti í tí fjarskotna og veðurbarda Atlantshavi fungera tingini. Kanska hetta kann fáa onnur kend og týðandi fólk at leita henda vegin. Fyri ikki at tosa um ráðstevnur og toppfundir á altjóða støði. Kanska vit kunnu siga, at við hesi væleydnaðu vitjan, eru lunnar lagdir undir einum Føroyum sum framtíðar verti fyri fundum og ráðstevnum á altjóða stigi. Og tá eru umstøðurnar altavgerandi. Skiftandi veður mugu vit liva við. Men at vit fáa útbygt fasilitetir í landinum, sum kunnu bjóða ráðstevnum og toppfundum henda vegin er alfa og omega. Vit kunnu tí fegnast um, at Norðurlandahúsið verður útbygt til nettupp at hýsa slíkum, og at vit hava fingið gistingarhús á altjóða støði.
Tá hetta er sagt mugu vit ikki gloyma, at Clintonvitjanin snýr seg ikki bara um at seta Føroyar á heimskortið. Hon snýr seg eins nógv um at fáa okkum at lurta eftir teimum signalum hesin klóki og royndi heimsmaðurin sendir okkum á okkara trappusteini.
Føroyar mugu gerast ein meira virkin partur av heimssamfelagnum eitt nú við at geva okkara íkast til stríðið móti fátækradømi, Aids og fyri einum grønari/umhvørvisvinarligari samfelag. Tað er m.a. við hesum boðskapi, at Clinton kemur til okkara. Um somu tíð mugu vit eisini lata okkum meira upp fyri tí, sum humanistiski og globali Clinton stendur fyri, nevniliga einum meira sosialum og tolerantum hugburði, har vit góðtaka tey, sum eru øðrvísi og ikki sum fleirtalið. Vit mugu eisini ásanna, at vit kunnu ikki isolera okkum. Vit noyðast at gerast partur av heimsssamfelagnum og taka við teimum ábyrgdum hetta inniber. Og tað gera vit ikki í dag. Vit taka ikki globala ábyrgd. Ikki fyrr enn nú hava vit tikið eitt fyrsta stigið við Kyoto.
Vónandi hava stigtakararnir til hesa vitjan eisini gjørt sær greitt, at talan er ikki bara um at fáa okkum á heimskortið men so sanniliga eisini at fáa globaliseringini inn um okkara egnu dyr. Ikki bara tí vinnulígu men eisini ta humanistisku og menniskjansligu globaliseringina, sum byggir á forstáilsi, virðing og samstarv og á viljan at geva og hjálpa. Her hava vit enn nógv at læra. At vit eru errin av okkara landi og fegin síggja umheimin vísa okkum ans og áhuga og fáa kendar persónar sum Clinton at kenna seg væl her, er eisini ein náttúrligur partur av øllum hesum.
Sosialurin