Til eitt vist kunnu vit skilja, at fólk úti í stóru verð halda okkum vera barbarar, tí vit drepa grind. Men hetta man vera eitt gott dømi um, hvussu lítið sokallað globaliserað fólk skilja av tí heila. Almenna heimasíðan hjá Sea Shepherd visti nú um dagarnar at siga um grindadrápið í Vestmanna hósdagin. Har speireka tey føroyingar, sum siga, at grindin er ein gáva frá Gudi:
»Tann einasti gudur, sum kann góðtaka slíka ræðslu er Satan, og Føroyar tykjast tæna sínum ónda gudi við sínum drápsliga hugburði og við at verja eina barbariska mentan, sum einki pláss eigur í 21. øld, sum ikki hoyrir heima í siviliseraða heiminum, og sum als einki pláss eigur í Evropasamveldinum«, skrivar Sea Shepherd millum annað á heimasíðuni.
Jú so víst er tað í nógv størstan mun talan um glantrileik í umhvørvisfelagsskapum so sum Sea Shepherd. Tað gongur jú út upp á, at ávísir persónar skulu kunna uppihalda einum lívsstíli, har teir kunnu spegla sær í glamour og vinna pengar upp á lættsintar umhvørvisfjepparar, sum geva teimum gávur fyri at berjast móti til dømis blóðdálkandi og óndum føroyingum.
At grindadrápið fer í søguna tykist alt meira greitt. Ikki tí at vit skulu bukka undir fyri trýsti frá umhvørvisfelagsskapum, men tá almennu heilsumyndugleikarnar mæla frá, at fólk yvirhøvur eta grind, so hevur politiski myndugleikin ein álvarsaman trupulleika við at loyva fólki at drepa og eta grind. Tað er so í øllum førum at blæsa og hava mjøl í munninum, og her verður politiska skipanin skjótt noydd at taka støðu – heldur enn at halda fyri eygu og oyru og halda seg vita betur.
Nú fekk Kári á Rógvi, løgtingsmaður, rættiliga oyrini í maskinuna, tá hann speirak ein týskara við Auswich í sambandi við herferð móti grindadrápi. Nei sjálvandi kunnu dagsins týskarar ikki gera við, at forfedrarnir vóru slíkir barbarar ímóti mannaættini. Men tað átti ikki verið so trupult at vent sjútsinum og gjørt hesum fólkum greitt, at vit ikki halda, at tað ikki sømir seg tjóðum, sum tína mannalív, at finnast at okkum fyri okkara grindadráp.
Støðan er jú heilt margháttlig, tá mannatýnarar finnast at hvalatýnarum – og so koma fleiri teirra úr somu londum, sum hava dálkað okkum sjóøkið so illa, at grindin ikki er etandi.
Grindadrápið fer helst í søguna. Men tað verður ikki tí, at »barbararnir« í Føroyum ikki koma sær at drepa hesi fittu og klóku djór. Grindadrápið fer helst í søguna, tí at barbararnir á meginlandinum hava dálkað okkum umhvørvið so illa, at grind ikki er etandi.