Tað er sum á ólavsøku, tá mentanarnáttin hepnast væl við góðum veðri, og nógv fólk leita sær í býin – bæði av bygd og í bý –?at hugna sær og njóta øll tey forkunnugu tilboðini, sum eru hendan dagin og hetta kvøldið, sum nevnt verður mentanarnátt.
Skipað verður fyri tiltøkum av øllum handa slag. Talan er um framsýningar, um sølu av heimavirki, um tónleikaframførslur, kirkjur og samkomuhús eru opin, søvnini hava opið, býarhús, landsstýrishús og onnur forkunnug hús, har vanliga fólkið ikki hevur sína gongd, lata dyrnar upp og sýna fram. Skipað verður fyri gongutúrum og kunningartúrum, eitt nú í gomlu Havnini og fram við Strond – heim eftir Penaplássi.
Handilslívið í býnum, bæði í miðbýnum og í SMS og aðrastaðni er eisini partur av mentanarnáttini, har mentanin og handilslívið ganga hond í hond.
Her eru tiltøk bæði til børn og til vaksin – og nógv eru tilboðini. Tað er sera hugaligt fyri býarlívið, at skipað verður fyri slíkum tiltøkum. Tí at fáa fólk oman í býin, tað hevur nógv størri týdning, enn vit geva okkum far um. Uttan fólkið so doyr býurin – eisini miðbýurin.
Seinastu árini er mentanarlívið í so máta broytt nógv í Føroyum. Vit hava fingið eina heilt nýggja mentan við matstovum og skeinkingarstøðum, og mentanarnáttin er dømi um, at eitt slíkt kvøld kann alt ganga upp í eina hægri eind, har til ber at vitja alt frá kirkjum til skeinkistøð.
Fyri at taka eitt av teimum mongu tilboðunum hetta kvøldið úr rúgvuni, so er eitt spennandi tiltak í Býarbókasavninum seinnapartin fríggjadagin klokkan 16, har Theodor Olsen, kvívíksprestur, fer at hugða um, hvussu vit øll skulu vera vinir. Hann tekur støði í fablinum hjá Thorbjørn Egner, Dýrini í Vallbakkaskóginum, sum vit øll kenna. Út frá tekstinum hjá Egner fer hann at tosa um etik og vinarlag.
At mentanin er ein týdningarmikil partur av okkara sjálvsmenning, tað eru bókmentirnar hjá Thorbjørn Egnar eitt gott dømi um. Vit vóna gott veður og nógv fólk á mentanarnátt.