ODDAGREIN: Eingin dálking kostar einki

Rætt kann løgmaður hava í tí, at fræg­ari er at vera við og royna at á­virka, heldur enn at sita eftir for­nerm­að­ur heima, sum starvs­syst­ur­in í Grøn­landi. Sviiar – sum eru so bangn­i­r fyri, at rættindi hjá før­oy­­ing­um og grønlendingum kunnu fáa ov positiva ávirkan á svensku minn­i­lutarnar – hava gjørt av, at vit ikki sluppu at sita við kalda borðið í Kir­una at viðgera Arktis.

Jú, tað er helst rætt at møta upp til slíkan fund, har tú kanska slepp­ur upp á eina mynd saman við John Kerry og øðrum fínum fólkum.

Løgmaður hevur skrivað undir eina avtalu við øll hesi lond um, at vit skulu vera tilbúgvin, um olju­dálk­ing hóttir í Arktis.

Men tá Kringvarpið spyr hann, um tað er í lagi, at hann ger hetta, sam­stund­is sum hann hevur skorið alla játt­an til tilbúgving burtur, so Lands­verk – sum umsitur málið – fær null krón­ur, so svarar hann bert, at so má lands­stýr­is­mað­ur­i­n í inn­lend­is­mál­um gera nakr­ar um­rað­fest­ing­ar, so hann fær hetta upp á pláss – og at vit eiga kortini onkra út­gerð og nøkur skip, so vit fáa ver­ið við kortini.

Hetta minnir ikki sørt um stóra pol­itiska málið hjá løgmanni um at hækka ríkisveitingina við 200 mill­i­ón­um krónum. Øll vistu, at hetta var bluff. Men hóast tað fór løgmaður til Dan­mark við hesi ætlan, men kom aft­ur sum av torvheiðum. Hann lov­aði kortini, at »tey fóru at føra ver­u­ligar samráðingar í heyst« – sam­ráð­ing­ar, sum ongantíð komu, tí mál­ið bleiv slept.

Kári P. Højgaard váttaði í sjón­varp­i­num, at hann visti um av­tal­u­na hjá løgmanni. Men hann hev­ur ongar pengar til Landsverk til til­búgv­ing. Skal hann finna 15 mill­i­ón­ir, so merkir tað tilsvarandi í spar­ing­um, og tað ber ikki til. Hansara boð eru tí, at Landsverk skal umsita má­l­ið uttan pengar.

Men Lansverk tveitir handklæði í ring­in, og tí hava vit nú eina til­gongd, har lands­­ins leið­ari ger av­talur, sum ikki kun­nu hald­ast.

Hann sendir apuna víðari til Kára P. Højgaard, sum aftur send­ir hana víð­ari til Lands­verk, sum send­ir hana uppaftur til Lands­stýr­is­mannin, sum sendir hana nið­ur­aftur til Landsverk.

Ymsir umhvørvisfelagsskapir rópa varskó, tí teir siga, at bara orð eru aft­an fyri avtaluna. Hjá okkum eru so bara orð og eingir pengar.

Tað besta, sum kann henda fyri løg­­mann og Kára P. Højgaard er, at eing­in oljudálking hednir í Arktis – og so kann løgmaður smílandi siga:

– Hvat segði eg?