Oddagrein:Eitt veruligt føroyskt sjónvarp er ynskiligt

Nú hava allir teir stóru flokkarnir í fjølmiðlunum sagt frá, um teir eru sinnaðir at játta Sjónvarpi Føroya pening á fíggjarlógini.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin siga ja. Sambandsflokkurin ivast, men hellur óivað tann vegin at siga ja. Men Fólkaflokkurin sigur helst nei. Í øllum førum sigur formaðurin hjá tingmanningini og í fíggjarnevndini, Óli Breckman, í samrøðu við Sosialin týsdagin, at Fólkaflokkurin vil neyvan hava SvF á fíggjarlógina.

Málið hevur tikið seg upp, eftir at Føroya Tele við nýggja Televarpinum helst kann fara at máa grundarlagið undan SvF. Tað nýggja Televarpið sendir somu ræsur beinleiðis, sum SvF sendir seinri. Samstundis hevur sjónvarpsstjórin alment boðað frá, at skal SvF røkka endamálið sínum um føroyskar sendingar og føroyskan tekst á útlendskum sendingum, skulu 70 mió.kr. til.

Hetta er nógvur peningur, og tað er ikki løgið, at summi hveppa seg við. Men spurningurin er, um ein nógv minni peningaupphædd ikki hevði hjálpt munandi. Ein annar spurningur er eisini, um ikki tað er neyðugt við eini hugburðsbroyting í SvF til programmpolitikk, starvsfólkapolitikk og nýggja tøkni.

Teir flestu føroyingar eru samdir í, at vit skulu hava eitt føroyskt sjónvarp. Hóast fólk ofta illneitast inn á SvF, halda fólk flest, at tað er gott at hava eina føroyska sjónvarpstíðindasending og føroyskar sendingar. Dagur og Vika gav Útvarpi Føroya kapping, og tað sæst og hoyrist sanniliga á tíðindaflutninginum, eins og kappingin millum loftmiðlarnar hevur eggjað bløðunum til ein betri tíðindaflutning. Harafturat eru tey flestu óivað fegin um føroykar sendingar í SvF ? bæði einstakar sendingar, t.d. úr náttúruni, dokumentarsendingar, t.d. um bankamálið, og sendirøðir, t.d. um olju og tuberklarnar, sum SvF borðreiddi við fyri fleiri árum síðani. Tí halda óivað tey nógvu, at SvF eigur at fáa játtan til føroyskar sendingar á fíggjarlógini.

SvF kann ikki kappast við altjóða ræsur, og Føroyar eru eitt lítið land til eitt stórt sjónvarp. Men vit hava vant okkum til at hava eitt føroyskt sjónvarp, og vit vilja framhaldandi hava eina ? helst betri ? føroyska tíðindasending, føroyskt orðaskifti o. a., eins og sendingar um føroysk evni, tí tær gera hvørki BBC, Sky, CNN ella ITV. Hinvegin mugu vit eisini gera okkum greitt, at fær SvF pening, er skeivt at lata ÚF sita eftir. Henda støðin, sum er bíligari at reka, átti at fingið eina játtan, so vit fingu fleiri og frægari útvarpssendingar, t.d dokumentarsendingar, sum saknur er í. Men áðrenn vit koma so langt, eiga vit at hava eitt veruligt orðaskifti, ikki bara millum poltikkarar, men eisini millum fjølmiðlafólk, um verandi sjónvarp, tí ynskiligt er ikki bara at hava eitt førosykt sjónvarp, men eitt frægari føroyskt sjónvarp.