Og Sigrun Wardum og tey í Javna høvdu veruliga orsøk til at ilskast inn á stríðandi partarnar. Um Nærverkið gjørdi ætlanina um konsentratiónsleguna fyri menningartarnað í Leguhúsinum í Nesvík til veruleika, so var totala skommin fullkomin.
Vanliga er ikki so lætt at síggja vinnarar eftir eitt verkfall. Fakfeløgini bløða skjótt út, og arbeiðsgevarar spara nógvar pengar. Í so máta er hetta verkfallið kanska einki undantak, men tó. Fólkaflokkurin hevur vunnið alt higartil, og tað sum ikki er ein sigur fyri fakfelagsrørsluna hesaferð, tað er so ein sigur fyri Jørgen Niclasen og Fíggjarmálaráðið.
Í skrivandi stund er ilt at fáa eyga á, hvat lyftið um fyrireikingartíð í veruleikanum merkir – ella hvat tað er vert. Pedagogfelagið segði í tíðindaskrivi í gjárkvøldið, at eingin avmarking var um, hvussu nógv tíð skal setast av til hetta arbeiðið, meðan semjan sigur, at hjá pedagogum á dagstovnum kann ein tími í miðal um vikuna brúkast til at fyrireika pedagogiska arbeiðið, og at leiðarin á stovninum hevur ábyrgd av tilrættaleggingini av hesum arbeiðinum.
Kanska vit fáa eina skilligari frágreiðing frá Pedagogfelagnum um hetta. Men sambært Heðini Mortensen, so er eingin broyting í endaliga sáttmálanum í mun til tað, sum upprunaliga stóð pedagogunum í boði. Hann sigur, at lønarbroytingin er stórt sæð tann sama, og at avtalan um fyrireikingartíð eisini stórt sæð er tann sama. Og tólv minuttir um dagin, sum leiðarin á stovninum skal leggja til rættis, ljóðar ikki av nógvum.
Men eru tey í Pedagogfelagnum glað fyri sáttmálan, so er tað gott í sjálvum sær. Men at talan er um ein láglønarbólk boðar tíðindaskrivið frá felagnum eisini frá. Av teimum 2.000 limunum í Føroya Pedagogfelag eru bara fimm limir – altso eitt fjórðings prosent – sum fáa yvir 32.000 krónur og harvið ikki fáa fulla nyttu av teimum 220 krónunum í lønarhækking.
Hesar samráðingarnar hava vónandi lært fakfeløgini at taka sær aðrar partar fyri. Tær hava ikki víst samanhald millum fakfeløgini – og tær hava víst, hvussu stórt vald og hvussu stórt tak ein borgarlig samgonga hevur á spjaddu føroysku fakfelagsrørsluni.