Tvær slíkar frágreiðingar hevur Kaj Leo Holm Johannesen fingið – og ein onnur lá á borðinum hjá honum, tá hann tók við løgmansstarvinum í 2008. So vit kunnu bara siga, at tað er upp á tíðina, at hann loksins ger nakað við málið.
Vit halda ikki, at løgmaður og landsstýrisfólk fáa ov høga løn – um vit bara hugsa um lønina og gloyma eftirløina eitt sindur. Vit hava bara víst á tað órættvísa í, at politikarar altíð skulu tiltuska sær óneyðugar ágóðar, og at teir ikki vilja gjalda skatt sum vanlig fólk. Tað er for langt úti. Sjálvandi skulu okkara fólkavaldu hava akkurát somu lønar- og skattatreytir, sum vanlig fólk. Tey eru okkara tænarar, og tey skulu eisini merkja tey inntriv, tey gera í búskapin hjá føroyingum annars. Men tey skulu hava eina góða løn, tí tey røkja eitt ábyrgdarfult arbeiði.
Men góð løn skal valdast, og tí er tað, at vit hava átalað, at løgtingsfólk og landsstýrisfólk skulu hava upp í 13.000 krónur skattafrítt um mánaðin at koyra til dømis úr Klaksvík til Havnar fyri, tá ein annar borgari bara fær ein evarska lítlan brotpart av hesum.
Tí er tað eisini, at vit hava átalað, at ein landsstýrismaður, sum fær 50.000 krónur í løn um mánaðin, harafturat fær eitt »eftirlønarinngjald« upp á upp til 143.000 krónur um mánaðin. Tað merkir jú, at hesin landsstýrismaðurin fær út við 200.000 krónur í løn um mánaðin við pensjón. Og tað er fúrstaløn, sum vil nakað.
Løgtings- og landsstýrisfólk eru lønt sum tænastumenn og fáa tænastumannapensjón. Tað merkir, at tey ikki hava eitt pensjónsinngjald, sum onnur fólk – og tað merkir eisini, at tey sleppa frá at rinda skatt av eftirlønarinngjaldinum, sum onnur fólk. Men meðan ein vanligur tænastumaður nýtir 37 ár at vinna sær fulla pensjón, so klára landsstýrisfólk tað upp á einans 8 ár. Tí er »pensjónsgjaldið«, sum ongastaðni er bókað, hjá landsstýrisfólki so ovurhonds stórt – svarandi til 300%, meðan onnur fólk bara fáa upp í 15%.
Uppgávan hjá løgmanni er tí at skerja pensjónina hjá landsstýrisfólki við eini 285 prosentum. Men tað merkir ikki, at alt skal oman á lønina...