ODDAGREIN: Føroya Banki - ein bíligur banki?

Loksins upprann hesin dagur, at part­a­­brøv­ini í Føroya Banka verða seld. Nú hava allir føroyingar høvi at seta sparipengarnar í partabrøv, og lands­kass­in fær umsett einar tvær milliardir í bankum til reiðan pening

Nógv hevur verið tosað um, hvørt virð­ið á bankanum er ov lágt ella ov høgt. Sum støðan er nú bendir alt á, at sera stór­ur áhugi er fyri bankanum, og tað bendir so aftur á, at kursurin er í lægra lagi.

 

»Hvat er ein milliard millum vinir« spurdi fyrrverandi foramaðurin í Bú­skap­arraðnum, Hermann Oskarsson, her­fyri, tá serfrøðingar høvdi mett virðið á bankanum at verða á leið tvær milliardir krónur. Henda útsøgn fekk nógvar politikarar at ressast við og at krevja broytingar í tilgongdini at selja bankan.

 

Men einki varð broytt, og nú bankin loksins er farin til sølu, er virðið á­leið hesar somu tvær milliardir. Kurs­ur­in verður í mesta 189. Hinir pen­ing­a­stovn­ar­nir mæla fólki til at keypa, tí kurs­urin er »góður« - og útlit eru fyri skjót­um vinningi við aftur at umseta part­a­brøv­ini til pengar lutfalsliga skjótt.

 

Alt hetta bendir so aftur á, at bankin verð­ur seldur ov bíliga. Taparin verð­ur so landskassin - og vinnarin, ja, tað verður tann, sum hevur flestar peng­ar at keypa partabrøv fyri og sum dug­ir best at selja tey, tá kursurin er hægst­ur.