Oddagrein· Føroyar eitt valdømi - tora vit tað?

Tað eru nógv argument fyri at gera Føroyar til eitt valdømi. Ikki minst nú, tá verandi valskipan ikki hóskar til fólkatalið í dag, men heldur til fólkatalið, sum tað var fyri næstan 30 árum síðani.

Fyrimunir við einum valdømi kunnu hugsast at vera sjónligari floksprofilering og meiri dent á landsdekkandi mál, heldur enn lokal einkultmál, sum mangan dominera dagsskránna í teimum einstøku valdømunum.

Vansarnir kunnu tó vera, at útjaðarin verður gloymdur til frama fyri einum politikki, sum bert hóskar til miðstaðarøkið. Ein annar vandi kann vera, at útjaðarin verður nýttur sum ruskílat til projekt, sum ein stórur meiriluti ikki vil hava í sínum grannalagi.

Taka vit Tórshavnar Kommunu sum dømi um, hvat hendir, tá smærri øki verða løgd saman við einum størri øki, so er tað við til at undirminera trúnna uppá Føroyar sum eitt valdømi. Tórshavnar Kommuna forsømir heilar bygdir í kommununi við ongari útstykking, sum støðan hevur verið í Kollafirði síðani Tórshavnar Kommuna yvirtók bygdina fyri árum síðani, hóast fólkatalið í bygdini liggur um 1.000 fólk, og langur bíðilisti er til grundstykkir. Harafturat leggur Tórshavnar Kommuna ein tungan ídnaðaraktivitet innast í sama fjør við einari lokalt óynsktari bingjuhavn. Framferðin er serliga margháttlig, tí Tórshavnar Kommuna marknaðarførir seg sjálva sum eina kommunu, har nærumhvørvið hevur høgan prioritet. Man setur hundalortastativ upp í Havnini, meðan man samstundis, hóast lokal mótmæli, leggur tíggjutúsundtals fermetrar undir betong og asfalt 20 km longur norðuri.

Nú kemur tunnil millum Tórshavnar Kommunu og Skálafjørðin. Hví ikki hugsa langsiktað og brúka framúr góðu umstøðurnar í Runavík til framtíðar bingjutrafikkin! Hví hugsa vit ikki um landsplanlegging? Hví neyðtaka reina og vakra náttúru, tá vit longu hava eina frálíka havn við Skálafjørðin? Hví gera dupultíløgur? Nýggja tunnilsætlanin eigur at steðga bingjuhavnini í Kollafirði.

Um Føroyar sum eitt valdømi bleiv rikið sum Tórshavnar Kommuna, so hevði tað verið ein vanlukka fyri útjaðarøkini. Hvussu kunnu vit stóla uppá, at Føroya land sum eitt valdømi, ikki verður rikið sum Tórshavnar Kommuna, har man í yvirførdum týdningi hevur luksustiltøk sum blomsturkassar og hundalortastativ í miðstaðarøkinum, meðan bygdaøkini fáa tann aktivitet, sum man ikki vil síggja í Havn?

Nú er sjálvandi ikki vist, at landspolitikarar bera seg at sum verandi lokalpolitikarar í Tórshavnar Kommunu, men tora vit at at hava álit á tí?

Sosialurin