Oddagrein· Føroysk jólakonsert til Evropa

At føroyskur jólatónleikur nú verður at hoyra í nógvum londum í Evropa er eitt sera kærkomið høvi at geva umheimi okkara eina fatan av, hvat henda lítla tjóðin eigur av tónlistarsligum virðum.

Sambært útvarpssendingini í morgun, so hevur føroyska kringvarpið fingið tilboðið at senda eina jólakonsert, sum fer at røkka milliónum av lurtarum kring alt Evropa. Tað er felagsskapur av kringvørpum, sum stendur fyri hesum tiltakinum. Føroyar eru limur í hesum felagsskapi saman við Danmark. Hvørt ár standa so einstøku limalondini fyri jólakonsertini. Hesaferð var túrurin komin til Danmark, men danir bóru seg undan og vístu til okkara kringvarp, sum sjálvandi tók av.

Ætlanin er, at eitt føroyskt kór og eitt orkestur skulu vera við í hesi jólakonsert, nevniliga fræga kórið Tarira og so Tórshavnar Big Band. Uttan iva eitt skilagott val.

Men nú tá ávísir føroyskir tónleikarar eru við at fáa fótafesti á evropeiska meginlandinum og úti í heimi annars hevði tað uttan iva verið eitt gott hugskot eisini at fingið onkrar av hesum at verið við í slíkari jólakonsert, sum nettupp vendir sær til eitt breitt altjóða publikum. Her átti Eivør at verið so uppløgd fyri bert at nevna eitt av okkara frægastu tónlistafólkum.

Ein føroysk jólakonsert við fjølbroytni og har tað eisini verður fokuserað á solistar, sangarar, sum longu eru við at gera Føroyar kendar úti í heimi, hevði verið eitt einastandandi høvi at marknaðarføra Føroyar og føroyskan tónleik. Og tá eitt so gott høvi stendur okkum í boði fyri fyrstu ferð at vera tað landið, sum stendur fyri Jólakonsertini hjá kringvørpunum í nógvum londum í Evropa og føroyskur jólasangur fer at hoyrast í nærum hvørjum heimi í Evropa, áttu vit tá ikki at gjørt hetta so optimalt sum gjørligt!

Spurningur okkara til fyriskipararnar er tí, um tað ikki ber til at víðka um skránna og luttakaraskaran, soleiðis at eisini nakrir av fremstu sangarunum vit eiga vera við. Annars góða eydnu við hesum frálíka og spennandi tiltaki.

Sosialurin