Oddagrein· Gott fyri listina – gott fyri borgaran

Ásannast má, at Heðin Mortensen, býráðsformaður í Tórshavn er maður við mongum frískum og nýggjum hugskotum um menning og trivnað. Uppskot hansara um at býurin skuldi ogna sær Skeivapakkhús var eitt framúr gott hugskot, sum kundi elvt til eitt stórt framstig fyri mentanarlívið í Havn. Tað er tí mikið spell, at hetta frálíka hugskot varð forpurrað og munnu flestøll vera samd um, at henda gerð var stuttskygd og ivaleyst fer at koma aftur um brekkur.

Nú hevur so býráðsformaðurin gjørt av, at allir nýggir kommunalir nýbygningar skulu verða listarliga prýddir, og at ávís upphædd skal nýtast til hetta endamál. Hetta er eitt frálíkt hugskot, sum er vælkent uttanlands. Henda regla hevur verið galdandi í grannalondum okkara í áratíggjur og verið góð fyri myndlistina í viðkomandi londum. Tað er einki at ivast í, at verður hesin nýggi politikkur býráðsformansins rikin konsekvent, so fer hann at verða til mikið gagn fyri listafólk okkara. Men hesin politikkur fer eisini at gagna borgarunum. Tað er sunt og gott fyri fólk at hava nakað vakurt ella nakað listarliga avbjóðandi at hyggja at, og so eru listarliga prýddir almennir bygningar eitt prýði fyri býin uttan mun til, um listin er uttan- ella innanhalla.

Tað er umráðandi, at farið verður fram við skili, so at gott samanhang verður millum bygningar og listaverk. Ofta kemur fyri, at nýggir almennir bygningar verða prýddir innan við list, sum ikki er í samljóði við bygningin sjálvan. Her skal altso framyvir verða eitt samstarv millum arkitekt og listafólk. Tað eigur eisini í framtíðini at vera so, at fleiri listafólk eiga at fáa høvi at kappast um almennar uppgávur. Slíkar eiga at verða bjóðaðar út og tann, sum fær uppgávuna eigur so at samstarva við arkitekt og byggiharra. Nú hevur Havnin sum ikki einaferð víst vegin, nú er eftir at fáa landsmyndugleikarnar at vakna. Vónandi fáa vit eina skipan, ið tryggjar, at allar nýggir almennir bygningar verða prýddir við nýggjari føroyskari myndlist.

Sosialurin