Tað er sjálvsagt, at føroyingar samstarva við grannarnar fyri norðan. Ísland og Føroyar hava gomul søgulig bond, okkara mentanir eru á mangan hátt líkar, og vit eru sum sagt av næstu grannum. Tjóðirnar hava ymiskar vinnur, so einki er at ivast í, at føroyskar fyritøkur hava nógv at vinna við at økja um útflutningin til Íslands. Talan er sjálvsagt um vinnuøki, har vit eru á odda, eitt nú innan fiskivinnutøkni og framleiðslu av ávísari fiskiveiðiútgerð. Men hví ikki royna onnur øki við, har føroyskar fyritøkur eru frammalaga eitt nú innan kunningartøkni og byggivinnu? Vit kundu eisini nevnt bryggjaríini, ið framleiða øl og sodavatn á hægsta altjóða dygdarstøði.
Hvat kapitalflutningi viðvíkur stingur vanligi óttin fyri, at íslendskar fyritøkur, skulu kunna yvirtaka føroyskar fyritøkur, seg upp so av og á, og hesin óttin fer ikki at minka av avtaluni. Til hetta er í fyrsta lagi at siga, at alivinnan er tryggjað við einum føroyskum fyrivarni, um forðar útlendskum fyritøku í at eiga meira enn 30% av partapeninginum í føroyskari alifyritøku. Í øðrum lagi er at siga, at soleiðis eru nú einaferð treytirnar í nútímans altjóðagjørdum búskapi. Tí vinnulívið, ið ikki kann liva upp til hesar treytir, er ikki lív lagað í tí marknaðarbúskapi, sum ræður í øllum heimurin í dag, har sjálvt kinverjar eru meira ella minni farnir yvir til marknaðarbúskap. Hartil kemur at einki forðar føroyskum fyritøkum at gera íløgur í Íslandi.
Avtalan hevur aðrar fyrimunir og tykist lata upp fyri einum víttfevandi samstarvi innan útbúgving og mentanarsamstarv. Hetta er at fegnast um, og vit vóna at føroyskir ungdómar fara at nýta høvi at søkja til íslendskar lærustovnar í styttri ella longri tíðarskeið. Tað er alt vorðið meira vanligt at lesandi taka partar av eini útbúgving í øðrum landi. Avtalan skuldi givið eitt gott høvi hjá ungum føroyskum lesandi her ella í Danmark at roynt seg eina tíð í Íslandi. Somuleiðis er at vóna, at ungir íslendingar fara at koma hendan vegin at lesa í styttri ella longri tíð. Ein fortreyt fyri, at hesir møguleikar kunnu troytast, er, at tað verða skaptir fíggjarligir møguleikar fyri hesum, og hetta eiga báðar stjórnir tí at umhugsa sum skjótast. Avtalan skal samtykkjast á altingi og á løgtingi og tað er at vóna, at hetta hendir uttan trupulleikar. Vit kunnu so bara fegnast um, at landsstýrið og tað vil siga løgmaður sum umsitur hetta málið, saman við sínum fólkum hava gjørt eitt gott arbeiði.
Sosialurin