Tað er púra beint, at trupulleikin við, at Danmark ikki vil góðkenna eina føroyska støðu bert er hypotetiskur, tí ikki minni enn tveir statsministarar hava sagt, at Danmark til eina og hvørja tíð vil viðurkenna eitt føroyskt ynski um loysing, skuldi tað komið so langt. Hetta hevur mangan verið sagt, ikki minst á hesum stað, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás, tí partur av samgonguni hevur tosað um, hvussu neyðugt tað var at fáa ST viðurkenning, fyri at kunna verða ein javnbjóðis partur í samráðingunum við Danmark. Vit minnast, hvussu samgongulimir í ramasta álvara tosaðu um at fáa ST at vera eygleiðara við samráðingarnar millum Danmark og Føroyar. Tað er gott, at sjálvt oddafólkini fyri hesar ætlanir nú eru vorðin politiskt vaksin, men tað skerst ikki burtur, at hetta er enn eitt dømi um, at fullveldisætlaninar hava verið lagdar á skeivum grundarlag.
Samgongan roynir nú at fáa yvirtøkukósina, ið hevur verið fylgd í meiri enn 30 ár, við undantak, tá Sambandsflokkurin hevur havt løgmann, at síggja út sum eitt tjóðskaparligt frambrot, hóast talan bert er um gamalt vín í nýggjar fløskur.
Við undantaki av teimum valskeiðum, har Sambandsflokkurin hevur havt løgmann, so hevur eingin samgonga síðani 1974 verið soltnari enn hendan, tá tað kemur til yvirtøkur. Hvat sigur so formaður Tjóðveldisfloksins? Jú, formaður Tjóðveldisfloksins sigur at "tað er ongantíð meir gjørt enn seinastu tvey árini", tá tað kemur til fullveldismálið og yvirtøkur. Hetta bleiv eisini sagt uppundir seinasta val, hóast man hevði brúkt eitt heilt valskeið at gingið eina blindgøtu. Tá man allatíðina tosar í superlativum, so er ringt hjá uttanfyristandandi at síggja nær skil er í, og nær talan er um fagurmáling av veruleikanum.
Søguligi veruleikin er, at tann flokkur, ið hevur staðið á odda fyri flest yvirtøkum, bevíst varð settur uttanfyri ávirkan. Tjóðveldisflokkurin hevur ikki formátt sær nógv á sjálvstýrisleið, uttan í teimum valskeiðum, har hann var í samgongu við Javnaðarflokkin. Vit kunnu nevna Postverkið, Vaktar og Bjargingartænastuna, umsitingina av skúlaverkinum, 200 fjórðinga markið, undirgrundin, blokkstuðulsskipan ístaðin fyri refusión o.s.fr. Alt hetta bleiv uppnátt við einum skilagóðum konsensuspolitikki, ið hevði breiðan uppbakning millum fólk, tí bert ein flokkur, Sambandsflokkurin, var konsekvent ímóti.
Vónandi kunnu vit venda aftur til politiskar raðfestingar við breiðari undirtøku í fólkinum, nú allir flokkar íroknað Tjóðveldisflokkin eftir øllum at døma hava avfunnið seg við at verða verandi í ríkisfelagsskapi nógv ár fram. Komandi orðaskifti um ein yvirtøkuleist kann vónandi vera fyrsta stigið á hesi leið, eini leið, sum byggir á konsensus og breiðari undirtøku í fólkinum.
Sosialurin