15 tingfólk søgdu nei, 3 søgdu ja, og restin vildi ikki svara. Nú er vent í holuni. Samgongufólk, sum áður søgdu nei, vilja nú ikki svara. Tað er bara ein sum stendur við sítt og sigur nei. Jenis av Rana.
Gott nokk siga tey, sum ikki vilja svara, at tey bíða til flokkur og samgonga og helst alt Løgtingið hevur tikið eina felags støðu í málinum – um »uttanríkispolitikkin«. Hetta málið, sum snúði seg um at taka frástøðu frá einum stýri í einum landi, sum hevur lopið á eitt annað land við bumbum og sum drepur frá hond, tí tað vil eiga eitt annað sjálvstøðugt land. Putin er ein hópdrápsmaður, sum ikki ein gong trýr upp á Gud, men bara seg sjálvan. Tað sigur seg sjálvt, at vit eiga at taka frástøðu frá einum slíkum bølmenni. Men nei. Tí tað snýr seg um pengar. Facebook er á gosi, og tí hokna politikarar. Tey sum so braneggjað søgdu nei hava nú kúvent.
Fleiri ferðir er borið saman við støðuna undir krígnum, tá føroyingar sigldu vandasjógv til Bretlands við fiski. Um vit í staðin hildu við Hitler og góvu týskarum mat, hvar høvdu vit so verið aftan á kríggið?
Tann spurningurin fyllir ikki so nógv í dag. Vit vita, at vit eru ikki sum hin miskunnsami sámáriabúgvi. »Tað snýr seg um mat«, siga vit og finna fleiri umberingar, sum passa okkum. Men vit eru sum levitturin og presturin. Vit hugsa um okkum sjálvi, mest um okkara pengar. Men hvat fer heimurin at siga, tá Russland hevur tapt kríggið og hópdrápini eru steðgað? Fer heimurin at revsa okkum? Russland verður stýrt av einum drápsmannaliði og hevur nógv potentiell krígsskip í okkara sjógvi. Russland roynir nú at kroysta okkum, tí tað snýr seg um strategisk áhugamál hjá Russlandi. Roynt verður eisini við sendiharra Putins í Danmark at ræða okkum gjøgnum danska Frihedsbrevet. Vónandi hugsa samgongufólk seg væl um, áðrenn tey lata seg tøla av strategiskum snildum frá hesum devulsins umboðsmonnum og apologetum teirra í Føroyum. Hetta snýr seg um at velja síðu. At velja tey óndu frá, at verja tað góða – og so gloyma peningagirndina og steðga ósiðiligu brotsverkunum og hesum óndu fólkum, sum onga respekt hava fyri mannalívi. Tann lógkøni í bíbliusøguni vildi á sinni arva ævigt lív. Jesus gav honum søguna og bað hann gera sum samariubúgvin. Men tað gera vit ikki. Tí vit vilja heldur hava pengar enn »ævigt lív«.