Sandavágsmaðurin, sum longu fór at skriva sum smádrongur í Barnatíðindumum, gav longu sum blaðungur, 21 ára gamal, tað fyrsta søgusavnið, Degningsvindar, út. Síðani eru komnar skaldsøgur, stuttsøgusøvn og sjónleikir. Tilsamans eini 30 skaldaverk.
Alt hetta eru vit honum takksom fyri. Somuleiðis takka vit honum fyri, at hann er ein av teimum, sum hevur tímað at ?tikið pennin fram?. Hann hevur frá ungum árum gjørt viðmerkingar til ymiskt, sum honum ikki hevur hóvað í samfelagnum. Tað veri seg politiskt ella mentannarliga.
Eisini hevur hann víst á, og skrivað ímóti teimum mannavondsku monnunum og rørslunum, sum hava skrivað seg inn í heimssøguna fyri tað ónda, eitt nú um táverandi totaliteru stýrini eystanfyri jarntjaldið. Tað hevur stóran týdning fyri tað demokratiska samfelagið og ta demokratisku menningina, at fólk eru við í hesum orðaskifti, og Sosialurin takkar fyri, at hann mangan hevur brúkt teigarnar í hesum blað til sínar meiningar, tankar og hugsjónir. Og tað skal hann framhaldandi vera vælkomin til. Samfelag okkara hevur brúk fyri kvalifiiseraður viðmerkjarum, analytikarum og kritikkarum, sum tora. Jens Pauli er ein teirra. Og tey, sum standa fyri skotum, mugu taka tað sum ein part av demokratiska meinings- og skrivifrælsinum.
Tað verður sagt, og tað var eisini endurtikið í áhugaverdu sjónvarpssendingini um skaldið í sjónvarpinum sunnukvøldið, at Jens Pauli er ikki so nógv lisin. Nú er rættiliga torført at siga, hvussu nógv eitt skald er lisið ella ikki. Ein rithøvundur, sum skrivar lætisoppar, er ofta nógv lisin. Men hvussu stórt er virðið í bókmentum hansara, og hvussu leingi stendur hann í bókmentasøgunum?
Jens Pauli er ikki so lættlisin. Í øllum førum partar av skaldskapinum. Men skaldskapurin hevur virði. Stór virði. Øll tey, sum hava givið sær tíð at fara inn í skaldkapin hjá Jens Paula, eru komin ríkari útaftur. Tey hava verið á ferð inni í einari óendaligari skaldsøgu, og dvølja leingi í hesum fabulerandi skaldskapinum.
Skúlalærarin, sum mong havnabørn minnast hann, avgjørdi um 40 ára aldur at gerast rithøvundur burturav. Tíbetur. At røkja eitt strævið lærarastarv og samstundis skriva fagran skaldskap ber ikki til, og Jens Pauli tók ta røttu avgerðina. Ikki tí, hann var góður lærari, og tey, sum høvdu hann í týskum og enskum hava øll ein góðan førning av týskum og enskum sangum, tí at syngja In einum kúhlen Grunde ella In Dublin fair city var fastur táttur í tímunum hjá Jens Paula.
Vit geva landsbókavørðinum rætt. Sjálvandi skuldi Jens Pauli Heinesen, og aðrir listamenn við, havt eina ársløn á fíggjarlógini. Góði Jens Pauli, hjartaliga tillukku og mong góð ár afturat sum rithøvundi og samfelagsrevsari!
Sosialurin