Men spurningurin er, um ikki Sambandsflokkurin hevur grein í sínum máli, tá hann sigur, at tíðin er komin at kanna spurningin um limaskap. Tað er nógv, sum talar fyri einum ES initiativi um ikki beinleiðis limaskap nú. ES er sera nógv broytt. Felagsskapurin er ikki longur tann sera konservativi og høgravendi blokkurin, sum bert hevði til endamáls at bjarga europeisku kapitalismuni. ES er vorðin ein landasamgonga, ið leggur stóran dent á umhvørvi, mannarættindi, útbúgving, mentan og gransking. Men ásannast má eisini, at demokratiska hallið framvegis er ov stórt í samgonguni. ES er fram um alt ein búskaparlig samonga ein av heimsins sterkastu. Vit hava sera stóran útflutning til ES. Hinvegin hava vit einki samstarv á útbúgvingar-, granskingar og mentanrøkinum. Okkara grannar Noreg og Ísland hava heilt nógv samstarv við ES á júst hesum økjum og er hetta samstarv til ómetaligt gagn fyri londini. Hví skulu Føroyar sum einasta Norðurland ikki hava eitt tætt samstarv ið ES á hesum týdningarmiklu økjum? Hvussu skulu vit fáa hetta samstarv í lag? Hvat hava vit at geva og hvat kunnu vit fáa? Hvør tilknýtisformur er mest hóskandi í framtíðini? Hvat sigur Visión 2015 um allan henda stóra spurning?
Her eru sera nógvir spurningar og mest sum bert leysir endar. Sambandsflokkurin hevur á landsfundinum gjørt hol í ES sjógvin. Tað er gott! Samgongan eigur sum skjótast at taka hendan álvarsama spurning upp og fara undir allar tær kanningar, ið eru neyðugar til tess at støða kann takast til, hvønn ES politikk, ið vit eiga at reka í framtíðini. Í løtuni tykist tað, sum vit als ongan ES politikk hava, og tað ber ikki til í longdini. Tað er sum at liggja sjóvarfallið av sær.
Sosilauirn