Oddagrein: Hvat hendir í Fólkaflokki

NÓGV hevur verið gitt, hvussu leingi henda samgongan man halda, nú fullveldismálið tykist verða steðgað upp ella komið til eitt vegamót, har ein ella onnur avgerð skal takast um støðuna hjá samgonguflokkunum.

Vit hava sæð og hoyrt, hvussu býttur fólkaflokkurin stendur í hesum máli. Tað hava veljarakanningar víst, og tað hava úttalilsi hjá framstandandi fólkafloksmonnum prógvað. Í blaðnum í dag úttala tveir av landsstýrismonnunum hjá flokkinum seg rættiliga avgjørt um málið og rógva framundir, at nú má upprunaliga linjan, sum flokkurin hevur lagt saman við Tjóðveldisflokkinum, sleppast og ístaðin skal setast í verk ein stig fyri stig linja, nakað, sum líkist tí, ið Javnaðarflokkurin er gingin inn fyri.


SPURNINGURIN er so bara, hvat er taktikkur og hvat er veruligur politikkur. Tað er eingin loyna, at fólkafloksmenn eru útspekuleraðir taktikkarar í politikki, og nú teir hava buktina og báðar endar í Tinganesi, kunnu gera eisini gera júst sum teimum lystir. Tað einasta, sum teir mugu ansa eftir, og sum løgmaður og formaður floksins tykist hugsa nógv um, er, hvussu man heldur flokkin intaktan. Tvs. hvussu kann man líkasum orða seg eitt sindur veikari í fullveldismálinum við t.d. at tosa um stig fyri stig loysn - uttan harvið at fornerma og stoyta teir mest rabiatu loysingarmenninar í flokkinum!


Hetta er júst kjarnin í málinum og orsøkin til, at oddamaður fólkafloksins hevur havt ein til tíðir lágan profil í fullveldismálinum og aðrar tíðir ein meira avgjørdan, sum liggur uppat tjóðveldislinjuni. Eftir okkara tykki roynir løgmaður at fáa bæði stig fyri stig fólkini í flokki sínum og fullveldisfólkini nøgd, og tí hevur hansara linja verið so lunkað. Tá hann hevur tosað um breiðar semjur hevur tað ikki bert verið fyri at rætta eina hond út til Javnaðarflokkin men so sanniliga eisini fyri at varðveita sín egna flokk. At hann so hevur tikið ein av stig fyri stig monnunum í flokkinum og ein av teimum, sum torir at tosa ímóti Tjóðveldisflokkinum, Bjarna Djurholm, út í Tinganes at standa við sína lið, kemst av nettupp hesum sama: at vísa tí hóvliga partinum av flokkinum, at hann, løgmaður letur seg ikki manipulera av Høgna Hoydal, soleiðis sum stig fyri stig maðurin Birgir Danielsen vildi vera við. Tey, sum halda, at Bjarni Djurholm er fluttur úr Tinginum og út í Tinganes fyri at passivisera hansara álop á fullveldisætlanina mistaka seg. Hann er tvørturímóti settur út í Tinganes fyri at hjálpa løgmanni í psykologika stríðnum ímóti Høgna Hoydal & Co: hvussu broytir flokkurin linju uttan at missa ov nógv av sínum egnu til Tjóðveldisflokkin!


HVAT løgmaður so enn ger, so verður tað torført hjá honum at varðveita flokkin, sum var einki hent. Tí við at lata seg draga so langt út á fullveldisleið Tjóðveldisfloksins hevur hann eisini gingið einum parti av sínum veljarum á møti. Og nú at draga í land vil hava við sær, at nógvir fullveldissinnaðir fólkafloksmenn fara uppí Tjóðveldisflokkin. Tað er longu við at henda. So er spurningurin hvør floyur er í fleiritali! Eftir okkara tykki verður tað Djurholm, Breckmann, Danielsen floyurin, sum fer at vinna, og hetta hevur helst løgmaður eisini innsæð. Tí er Bjarni Djurholm við hansara lið í Tinganesi.