Nú hava nýggjaru fólkini í flokkinum, fyrst og fremst Annika Olsen og Jacob Vestergaard fingið heiðurin fyri góða valúrslitið hjá Fólkaflokkinum. Í so máta skulu vit einki taka frá teimum, tí tølini tala fyri seg. Tey bæði hava einsamøll nóg mikið av atkvøðum til ein flokk við trimum tinglimum, og so leiðis hava tey bæði borið fleiri av umboðum floksins um tinggátt.
Í gjárkvøldið var so greitt, at ting- og landsstýrismanningin hjá Fólkaflokkinum innstillar Jørgen Niclasen til at halda fram í formanssessinum, nú flokkurin hevur landsfund um vikuskiftið. Nú vita vit ikki, hvør hevur atkvøtt hvat, men umframt tey átta, sum vórðu vald, so eru tað tvey, sum hava fast sæti sum varafólk á tingi og varamaðurin Bogi Andreasen, ið hevur sæti fyri Joen Magnus Rasmussen, sum hava atkvøtt. Og hendan atkvøðugreiðslan er so mikið bindandi, at floksleiðslan broytir hana valla – uttan rættiligt rok er í flokkinum.
Sum vit hava nevnt á her á síðuni fleiri ferðir, so hevur tað verið eyðsýnt síðani valið, at Jørgen Niclasen fór at halda fram sum floksformaður. Gott nokk gekk tað ikki so væl hjá honum persónliga, sum hjá Anniku Olsen og Jacob Vestergaard. Men longu valkvøldið kundi hann fegnast um at hava ført Fólkaflokkin til størsta valsigur síðani 1943 – burtursæð frá undantaksvalskeiðinum 1994-98.
Hesaferð varð slóðað væl fyri Jørgen Niclasen. Jacob Vestergaard »bakkaði« úr Tinganesi í tingið – samstundis sum hann boðaði frá, at hann stuðlaði Jørgen Niclasen í formansstríðnum.
Annika Olsen varð send til »niðurbræðingar« í Almannamálaráðnum – í tilvitsku fólkafloksmanna, kann ein kvinna illa – og ein sosialministari so slett ikki blíva forkvinna í Fólkaflokkinum.
Men aðrar knotur eru helst í Anniku. Spurningurin er so bara, um hon letur sær tapið lynda, ella hon fríggjar til Poul Michelsen...
Í politikki ber alt til: Taparin vann á vinnaranum