Hóast Sambandsflokkurin fann sín mann, so hevur málið um fíggjarmálaráðharran uttan iva sett kílar í samgongusamstarvið. Hvør enn hevur rætt í hesum máli, so fer bara framtíðin at vísa, um tað góða samstarv verið hevur millum formenninar í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, fer at verða avloyst av óvissu, møguliga entá fíggindaskapi. Orð sum ótrúverdugur og nú eisini karraktermorð eru ikki júst tey, sum byggja brýr millum flokkar, sum møguliga eisini skulu samstarva eftir komandi val.
Neyvan nakar er ósamdur við løgmann um, at tingsessur er suverenur, og at hann ikki kann leggja seg út í, hvat einstakur tingmaður vil við sínum sessi. Her eru tó nøkur men, sum hava verið lítið frammi. Eftir okkara tykki átti Heðin Mortensen at spælt við ærligum kortum og beinanvegin meldað út, hvat hann fór at gera stóð honum í boði at koma á ting. Tá varð allur ivi ruddaður av vegnum og somuleiðis minni grundarlag undir óvissu og ónøgd. Tað hevði verið ein mansligari støða, ið aftur hevði gagnað øllum pørtum. Sum borgarstjóra og eisini sum ISF forseta og harvið sum umboðsmaður fyri unga ættarliðið hevði tað sømt seg fyri hann heldur enn at hugsa taktiskt og at vinna sambandsfíggindum sínum neisir at spælt út ærliga og opið. Og ætlar Heðin sær eina politiska karrieru innan Javnaðarflokkin, so átti hann at vitað, at henda støða við ikki at melda út, kann koma at skaða bæði seg sjálvan og flokkin uppá longri sikt. Ávís sambandsfólk eru ímint og onkur eisini hatsk, so handfaringin av málinum, kann í ringasta føri seta Javnaðarflokkin uttan fyri alt vald eftir komandi val.
Og spurningurin er um ikki eisini formaður Javnaðarfloksins sjálvur hevur lagt brenni til hetta bálið. Hann átti at kunnað – uttan at leggja seg út við stýrisskipanarlóg – at greitt Heðin frá negativu avleiðingunum. Also um hann hugsaði, hvat mundi vera best fyri flokkin uppá longri sikt. Kann væl vera, at løgmaður raknar við ein dag við kaldan dreym, har hann situr í andstøðu, nettupp tí hann ikki gjørdi sær nóg stóran ómak fyri at fáa Heðin Mortensen at skilja, at tað hevði tænt bæði honum sjálvum, Javnaðarflokkinum og framtíðar samstarvinum við Sambandsflokkin nógv best, um Heðin alt fyri eitt meldaði út, at hann vildi halga seg býráðsarbeiði fult og heilt og ikki lata sín persón gerast ein trupulleika fyri framtíðar samstarvinum millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Slík gerð hevði verið eitt skot í bógvin hjá teimum sambandsmonnum, ið leingi hava ynskt Jóannes Eidesgaard, har piparið grør. Við atburðinum hjá Heðini og væntandi hegni løgmans at sannføra Heðin um framtíðar trupulleikarnar hjá flokkinum hevur ávísur vongur í Sambandflokkinum av álvara fingið vind í seglini. Í ringasta føri kann hetta vera byrjanin til enn eina oyðimarkarferð hjá Javnaðarflokkinum í andsstøðu.
Sosialurin