ODDAGREIN: Landsmenn í sildakríggi

Ymiskt er, sum bendir á, at stríð­ið um før­oyska silda- og makrel­fisk­i­skap­in er eitt inn­an­rík­is­kríggj, har felagið hjá donsku upp­sjóv­ar­vinn­uni vil hava donsku stjórnina at taka hvørkr­a­tak um føroyingar.

At Jacob Vestergaard og lands­stýr­­ið – og øll okkara politiska skip­an spæl­ir høgt spæl, vita vit væl. Vit vita eins væl, at illa hevur hepn­ast at vinna ljóð fyri føroysku sjón­ar­mið­u­­num í teimum 15 fund­u­num, sum hava verið um makrel­fiski­skap­in.

Royndin at býta sildafiskiakapin mis­­eydn­aðist longu eftir fyrsta fund­­­in, og tí er mangt, sum bend­ir á, at sil­d­a­fiskiskapurin hjá før­oy­ing­­um nú skal brúkast sum kúbein í roynd­u­num at fáa ES at seta hand­ils­til­tøk í verk móti Føroyum.

Í kjakinum á Deadline hjá Dan­marks Radio mánakvøldið millum Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, og Es­b­en Sverdrup-Jensen, sum er stjóri í danska felagnum hjá upp­sjóv­ar­vinn­uni, Danmarks Pelagiske Pro­du­cent­org­an­i­s­a­tion, kom fram, at tað helst er úr Danmark at størsta trýst­ið kemur, heldur enn úr Skot­landi og Írlandi, sum vit kanska hava hild­ið.

Esben Sverdrup-Jensen vísti greitt aft­ur sjón­ar­mið­num um, at meira er av sild í føroyskum øki við at vísa til kann­ing­ar­úrs­lit hjá ES.

Men hóast Danmark fiskar nógv tann størsta partin av sildakvotuni, so vildi Esben Sverdrup-Jensen kort­­ini vera við, at tað eru før­oy­ing­­ar, sum ovurfiska.

Av saml­aðu kvot­uni vildi ES ikki geva før­oy­ing­um meira enn fimm pro­sent – sum Vest­er­gaard setti til 17. Danmark og hini londini fiska altso 95 prosent og mugu tí eiga sín stóra lut í teirri ov­­u­­r­fisk­ing, sum fer fram.

Men danska stjórnin er sum vera man í eini tvístøðu: Skal hon mæla ES til at seta revsitiltøk í verk ímóti før­­oy­­­ing­­um í rík­is­fel­ags­skap­i­num, ella skal hon seta seg upp ímóti donsku upp­sjóv­ar­vinn­uni, sum trýst­­ir hart á stjórn­ina og Fólka­ting­­ið um at mæla til boykoytt í­­móti føroyingum.
Og fyri at gera tað heila uppaftur meira fløkt, so eru fleiri føroyingar í nevnd­­ini í Danmarks Pelagiske Pro­du­­ce­n­­t­o­rg­­a­n­i­sa­ti­on –­ eisini onkur, sum hev­ur stór fíggjarlig áhugamál í før­oy­skum vinnulívi.

So fáa hesir landsmenn okkara, skip­­a­rar í Norðurjyllandi, makt, sum teir hava akt – og Danmark mæl­­ir ES til at boykotta Føroyar, kann tað gerast eitt eljustríð millum rík­­­is­­borg­ar­ar og landsmenn.