ODDAGREIN: Legg skjølini á borðið

Í blaðnum í dag verður prógvað, at Kaj Leo Jo­hannesen, løgmaður, ikki segði sann­leik­an, tá hann í juni varð spurd­ur, um nak­að part­a­fel­ag, sum hann hev­ur varð­að av, hev­ur pá­drig­ið øðr­um skuld, eitt nú lands­kass­a­num, sum skuldi havt mist MVG-inntøku.

Kaj Leo Johannesen hevur ver­ið virk­in vinnu­­lívs­mað­ur. Størsta virk­semi hans­­ara var fiska­út­flutn­ing­ur, og var hann á­vika­vist stjóri og nevnd­ar­for­mað­ur í fleiri fel­øg­u­num, sum øll hava tað til fel­ags, at tey eru far­in á hús­a­gang.
Søgur hava gingið um, at bæði Kaj Leo Jo­hann­e­sen og Jørg­en Nicl­a­sen, sum eisini hev­ur ver­ið virk­in vinn­u­lívs­m­að­ur, hava pá­ført lands­kass­a­num tap gjøgn­um virki, sum teir hava varð­að av. Báð­ir hava av­sann­að hetta, eft­ir at skuld­set­ing­ar­nar komu á prent í ein­um les­ar­a­brævi á Vága­port­al­i­num 26. mai í ár.
Tá løgmaður endurtók av­sann­an­ina í Sos­i­al­i­num 1. juni, fingu vit fleiri á­bend­ing­ar frá fólki um, at løg­mað­ur fór lætt um sann­leik­an. Tí varð bið­ið um inn­l­it í bú­rokn­skap­ir­nar fyri øll feløgini, sum løgmaður hev­ur varð­að av.
Men so einfalt er tað kortini ikki. Hó­ast all­ir part­a­fel­ags­rokn­skap­ir eru al­menn­ir, so eru bú­roknskapir ­ikki al­menn­ir. Ein bú­rokn­skap­ur er enda­liga upp­gerð­in, tá eitt part­a­fel­ag er far­ið á hús­a­gang og lik­vi­der­að í rætt­i­num. Ein bú­rokn­skap­ur er tí ein dóm­ur.
Men tá eitt av feløgunum, sum løg­mað­ur varð­aði av, hev­ur pá­drig­ið Sos­i­al­i­num eitt tap upp á um­leið 100.000 krón­ur, so fekk Sos­i­al­ur­in parts­innlit í tað mál­ið – og fekk tann bú­rokn­skap­in. Hes­ar rokns­kap­ir kunnu øll fáa, sum hava mist peng­ar í fel­øg­u­num, sum løg­mað­ur varð­aði av – hó­ast løg­mað­ur sig­ur, at eing­in hev­ur mist peng­ar í hesum feløgum. Harra løg­mað­ur, hví skuldu tíni parta­fel­øg far­ið á hús­a­gang, um tey svar­aðu hvørjum sítt?
Endamálið við hesi avdúking er ikki at leggja løg­mann und­ir nak­að krim­i­nelt, tí tað er ikki krim­i­nelt, at tín­ar ætl­anir mis­eydn­ast, at tú ikki dug­ir nóg væl, ella at tú av øðr­um áv­um bara er ó­hepp­in. Men løg­mað­ur skal siga sann­leik­an – eis­ini fyri fjøl­miðl­u­num. Og tað hevur hann ikki gjørt. Hetta eina felagið, sum løg­mað­ur varð­aði av, hevur pádrigið øðr­um tap upp á hálva aðru millión krón­ur. Tað merk­ir, at onn­ur hava gold­ið rokn­ing­ar­nar.
Um so er, at hini feløgini, sum løg­mað­ur hev­ur varð­að av, eis­ini hava pá­drig­ið øðr­um tap – og lands­kass­a­num við, so hev­u­r hetta sjálv­andi al­­menn­an á­huga – og ser­liga mis­teink­i­ligt verð­ur tað, tá løg­mað­ur royn­ir at káva út yvir.
Fólkið má hava álit á tí, sum løg­mað­ur sig­ur. Men álit kann venda til mis­álit, um løgmaður fjalir sann­leik­an. Legg tí skjølini á borðið, løg­mað­ur!