Grundgevingin hjá landsstýrinum er fyrst og fremst, at setir landsstýrið pening í Smyril Line, sum eisini siglir við farmi, so er landsstýrið við til at avlaga kappingina, tá hugsað verður um onnur farmaflutningsfeløg.
Hesa grundgeving kunnu óivað tey flestu góðtaka. Men landsstýrið leggur ikki dent á tann stóra týdningin, siglingin hjá Norrønu hevur fyri ferðavinnuna í Føroyum, Íslandi og kanska eisini í Hetlandi.
Vit hava nú í fleiri ár hoyrt ferð eftir ferð, at vit mugu hava meiri enn eina vinnu - fiskivinnuna - at dúva uppá. Og tað er greitt, at ferðavinnan kann verða við til at fjøltátta føroyska búskapin.
Seinastu árini eru eisini gjørdar nógvar íløgur í ferðavinnuna. Ferðaráðið hevur fingið meiri pening at arbeiða við, og alt fleiri smærri fyritøkur royna seg innan ferðavinnuna.
Tí kann tað tykjast løgið, at landsstýrið ikki tekur spurningin, um hvønn týdning Norröna hevur fyri ferðavinnuna við í seinastu grundgevingarnar í notatinum, sum Vinnumálastýrið gjørdi.
Norrøna hevur fyrst og fremst týdning fyri ferðavinnuna sum norðuratlants-sambandið, og í hesum sambandi er eydnast at byggja upp eitt føroyskt felag við gistingarhúsi og øðrum fasilitetum.
Hetta aktiv má ikki gleppa føroyingum av hondum, nú tað ljóðar, at tað er ikki vist, hvussu verður við tí nýggju Norrønu, um Smyril Line ikki fær nóg mikið av peningi.
Landsstýrið vísir til Framtaksgrunnin, men 25 milliónir úr honum er ikki nóg mikið, og heldur ikki nóg mikið at tryggja føroyingum meirilutan av eginpeninginum.
Spurningurin er so, um ikki onkur flokkur á Løgtingi átti at skotið upp, at landskassin setti pening í Smyril Line. Hóast tað ikki er rætt at stuðla einum farmaflutningsfelag, so er tað rætt, at tað almenna hjálpir til at skapa kapitalgrundarlag undir Norrönu, um verkætlanin annars er burðardygg.
Sosialurin