Oddagrein· Oljuting og ráðstevna um livikor

Einki minni enn ein av okkara mentanarligu perlum og grundvøllum var karmur um eina komandi føroysku oljuvinnu, tá Oljutingið skipaði fyri orðaskifti herfyri. Hetta snúði seg um tey krøv vit seta oljufeløgunum fyri at kunna vera við í leiting á landgrunninum, krøv um føroyska luttøku í hesum virksemi. Ein áhugaverdur spurningur, ið vit eiga at taka upp til viðgerðar alla tíðina.

Og tað var heldur ikki sørt av orðadrátti um spurningin, tá formaðurin í Búskaparráðnum og formaðurin í Oljuvinnufelagnum "brustu" saman. Hvør við sínum avgjørdu og greiðu sjónarmiðjum ? fyri og ímóti almennari uppílegging í vinnuna so ella so. Har annar heldur, at tað almenna skal halda fingrarnar langt vekk frá vinnuni og lata marknaðarkreftirnar ráða, meðan hin heldur tað vera heilt náttúrligt og skilagott, at tað almenna setir ávís minimumskrøv til oljufeløgini fyri harvið at tryggja longu frá byrjan, at eisini føroysk vinna kann hava ein møguleika at vera við í nýggju vinnuni.

Spurningurin um føroysku luttøkuna verður serliga aktuellur, tá og um tað verða gjørd stór oljufund. Tá mugu vit til at gera støðuna upp: um vit ynskja at so nógv avleitt virksemi sum gjørligt skal vera av hesi vinnu í Føroyum, ella vit helst ikki síggja oljuna her ella nógv virksemi í sambandi við framleiðslu. Tá mugu vit til at gera okkum greitt, hvat vil vilja við eini oljuvinnu, og tí eru spurningarnir Oljutingið reisir, viðkomandi, men teir eru kanska ikki nóg motiverandi at fara í holt við av álvara, fyrr enn tað er staðfest nógv olja. Harfyri eiga vit sjálvandi at fyrireika okkum nú og hava grundarlagið fyri eini støðutakan upp á pláss.

Og tað er kanska nettupp í hesum sambandi, at ráðstevnan um Livikor Føroyinga, sum er í Havn í hesum døgum, er áhugaverd, viðkomandi og relevant. Henda ráðstevna hevur nettupp til endamál at umrøða spurningin um at hava tey neyðugu amboðini til tess at kunna velja henda ella handa útviklingin í samfelagnum. Velja vit at nógv virksemi av oljuframleiðslu skal vera her á landi, so mugu vit eisini kunna gera metingar at taka støðu út frá, hvussu vit herberga innfluttari arbeiðsmegi, geva henni tak yvir høvdið, atgongd til barnagarðar osfr. Sosialurin hevði fyri tíð síðani sera áhugaverda samrøðu við samfelagsfrøðing um nettup tørvin á hagtølum, sum kunnu lýsa føroyska samfelagið. Niðurstøðan hjá Randi Fredriksberg var, at vit mugu til at útvega okkum tey røttu amboðini, eitt nú neyv hagtøl, til tess at kunna meta um og taka avgerðir um framtíðar útviklingin, her ikki minst í sambandi við eina komandi oljumenning.

Sosialurin