Hvat er nú til ráð at taka? Her má nakað gerast, men samstundis má ansast eftir, at vit frá nú av bera okkum rætt at. Eitt er vist: tað bøtir ikki um støðuna, um farið verður at jagstra syndabukkar. Tað er eisini púra óneyðugt, tí vit eru øll undir ákæru. Land og kommunur hava ikki givið fólkaskúlanum nóg stóran ans. Her verður bara talað um miðnámskúlar og hægri skúlar. Kommunurnar spara uppá undirvísingartilfar. Landið ger ov lítið fyri at framleiða gott og tíðarhóskandi undirvísingartilfar. Flestu foreldur munnu uppliva, at børnini sita við somu bókum, sum tey sjálvi sótu við fyri árum síðan. Samstundis mugu mong foreldur taka í egnan barm og ásanna, at tey ikki fylgja nóg væl við, at tey ikki samstarva nóg væl við skúlan, og at tey lata børnini yvir til teldu, video og sjónvarp. Heldur ikki lærarin gongur fríur, sum formaður Lærarafelagsins longu hevur ásannað alment.
Landsstýrismaðurin hevur higartil megnað at halda høvdið kalt, og tað eigur hann at halda fram við, um málið sum frálíður fer at elva til øsing. Onkur er longu farin at røra í pottinum, og tað er sjálvsagt freistandi, men tað gagnar ongum og so slættis ikki skúla og børnum. Vit hava øll eina ómetaliga stóra ábyrgd í hesi støðu, sum øll innast inni hava havt ein varhuga av. Nú er at leggja til brots fyri at bjarga tí, sum bjargast kann. Men tað nyttar lítið at loypa framav. Nú mugu vit bíða eftir tí atgerðarætlan, sum landsstýrismaðurin hevur fráboðað verður gjørd. Tá hon so verður løgd fram fyri løgting og almenning, so mugu allar góðar kreftir savnast til tess at fáa broytt støðuna til tað betra.
Tað eru tíggju ár, til vit skulu verða millum heimsins fremstu tjóðir ikki minst á útbúgvingarøkinum. Hetta krevur nýhugsan, hetta krevur, at nógv halgineyt verða tikin av døgum í øllum løgum innan skipanina. Hetta krevur ein veldugan innsats frá Løgtingi, landsstýrismanni, fyrisiting, lærarafelagi, skúlum, kommunum og foreldrum. Hetta fer ikki minst at krevja øktar játtanir og at tilfeingi verður sett av til at framleiða gott tíðahóskandi lærutilfar, at bøta um skúlabygningar, til eftirútbúgving og ikki minst til ein endurnýggjaðan læraraskúla. Um lands- og kommunalpolitikkarar ikki ásanna hetta, og skattgjaldarin ikki gloymir alt um skattastopp, so kunnu vit eins væl leggja árarnar inn beinanvegin. Fólkaskúlin allur sum hann er og læraraskúlin skulu endurreisast frá grundini. Her skal takast eitt ódnartak, sum fer at kosta bæði so og so. Taka vit ikki hetta takið, so fer tað at svíða til framtíðina og tað kann gerast so dýrt, at vit ikki rísa undir tí. Tá verður eisini ringt at liva upp til Visón 2015, sum hetta landsstýrið hevur sett út í kortið.
Sosialurin