Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ikki gjørt sítt heimaarbeiðið nóg væl, áðrenn uppskotið til fíggjarlóg varð lagt fram. Ella hevur løgmaður, sum samskipar arbeiðið í landsstýrinum, ikki koordinerað fíggjarlógararbeiðið nóg væl. Hetta er komið greitt og týðuliga til sjóndnar, nú løgtingið hevur viðgjørt uppskotið og hetta er komið týðuliga til sjóndar í miðlunum seinastu dagarnar. M.a. í Sosialinum, sum hósdagin kundi staðfesta, at vantandi játtan til Postverkið fór at merkja hópuppsagnir.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at starvsfólkini á Postverkinum fáa at vita um uppsagnir í fjølmiðlunum, so tey eru von við tað, men tað merkir ikki, at framferðarhátturin er rættur. Tvørturímóti. Hetta er aftur eitt dømi um vánaligt politiskt handalag.
Tey, sum hava fylgt við tí turbulentu gongdini hjá Postverkinum, minnast, at ífjør gjørdi landsstýrið semju um eina trý ára tillagingartíð. Í hesum tíðarskeiði skuldi Postverkið fáa eina játtan á fíggjarlógini til eina tillaging, so postverkið kundi hvíla í sær sjálvum. Tá trý ára skeiðið var úti, skuldi støða takast til, hvussu Postverkið skuldi umskipast - leggjast um til alment partafelag, til eina almenna landsfyritøku ella okkurt heilt annað.
Men nú er semjan ikki hildin, tí onkur annar møguleiki hevur stungið seg upp, sum hevur nakað við ein bygning á Argjum og eina møguliga sølu at gera. Men so leingi, sum hetta málið ikki er loyst, má peningur játtast Postverkinum, tí tað er tað, sum semja er um. Í hesum sambandi skal eisini nevnast, at sami fíggjarmálaráðharri, sum tók játtan til Postverkið burtur í síðstu løtu, eisini tók uppskot til blaðútbering burtur.
Sum skilst, so visti vinstra hond ikki, hvat høgra hond gjørdi, og offur í hesum vantandi politiska arbeiðinum gjørdust einaferð afturat tey føroysku postfólkini.
Sosialurin