Oddagrein· Árliga kjakið um Filmseftirlitið

Nú er aftur talan um at niðurleggja Filmseftirlitið. Hetta hevur verið á skránni til fleiri fíggjarlógir, men vit hava enn eitt Filmseftirlit

.

Endamálið við Filmseftirlitinum var í síni tíð gott. Tað er uppá sítt pláss, at børn og ung verða vegleidd og vard móti til dømis óneyðugum filmsharðskapi. Eisini er tað gott, at foreldur og avvarandi kunnu fáa eina vegleiðing í, hvat kann vísast fyri børnum, og hvat ikki kann vísast.

Tá tað kemur til argumentatión fyri at niðurleggja Filmseftirlitið, so haltar eitt sindur. Onkur hevur ført fram, at tað floymir so nógv inn yvir okkum gjøgnum internetið, at filmseftirlitið ikki gevur meining longur. Røddir hava í hesum sambandi verið frammi um at hava eitt víðkað eftirlit og vegleiðing við tí, ið kemur úr hvørjum heraðshorni yvir internetið. At hava sensur á internetinum ber, sum kinesarar langt síðani hava funnið út av, ikki til. Vegleiðing? Kanska, men tað er órealistiskt í hesum døgum at fyristilla sær, at Føroya Løgting hevur ráð til at seta tann pening og tað fólk av, sum eitt slíkt viðkað films-, telduspæl- og interneteftirlit hevði kostað..

Sjálvt um argumentið, ið hevur verið frammi, um niðurlegging av Filmseftirlitinum, ikki er heilt vatntætt, so er rætt at niðurleggja hetta eftirlit.

Hetta merkir ikki at føroysk børn og foreldur verða slept uppá fjall. Øll okkara grannalond hava eitt filmseftirlit. Oftani verða almennar føroyskar tænastur og eftirlit útbygd, við argumentatiónini, at slíkt hava øll lond. Spuringurin er, um vit ikki skulu síggja beint øvugt uppá tað. Tað er eingin grund til at nýta pening uppá at gera tað sama sum øll onnur gera. Filmar, ið verða sýndir í føroyskum biografum og, ið kunnu leigast á video og DVD eru akkurát teir somu, ið verða vístir um allan vesturheimin og nakað væl afturat.

Tað er eingin verðsins grund til at vit skulu áseta okkara egna aldursmark fyri filmar, tá vit kunnu hyggja at tí norska, danska, bretska, svenska o.s.fr í eina óendaligheit. Um man ynskir eina almenna kunning, hesum viðvíkjandi, so kann ein skrivari í Mentamálaráðnum gera eitt einfalt rokniark við aldursmarkunum í okkara grannalondum fyri teir aktuellu biografilmarnar, so kunnu foreldur hyggja at tí, og avgera, hvat teirra børn skulu hyggja eftir. Heldur man, at til dømis danskarir eru ov frísinnaðir, so kan viðkomandi foreldur hyggja at, hvat tann norski ella bretskir sensururin sigur. Eitt føroyskt klistrimerki á einum filmi uttaná tað danska ella enska er spill av pengum og orku.

Lat okkum fokusera tað almenna uppá tað, ið eingin annar ger fyri okkum, og lat okkum læra av, og brúka tað, sum grannalond gera, uttan at gera arbeiðið umaftur. At øll onnur hava eitt filmseftirlit er besta argumentið fyri at niðurleggja okkara filmseftirlit.

Sosialurin