Oddagrein· Samgongusamráðingar

Realitetssamráðingar eru nú millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin um at skipa nýtt landsstýri. Ì formansumfarinum gjørdu umboðini fyri ABC flokkarnar greitt, at tey fóru at hittast sunnudag. Meðan formenninir í C og A vórðu meira avgjørdir, so var formaðurin hjá B eitt sindur meira lunkaður.”Tað er vanligur fólkaskykkur at taka ein fund” var hansara viðmerking. Hvussu hetta skal tulkast fara komandi dagarnir at vísa.

Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Vit loyva okkum tí at ívast í, um realitetssamráðingar merkir, at vit fáa eina ABC samgongu tá avtornar skulu vit ganga eftir útmeldingum frá umboðum fyri flokkarnar eftir valið. Sjálvstýrisvongurin í Fólkaflokkinum fekk dygga undirtøku, og hevur nývaldi tingmaðurin Poul Michelsen gjørt greitt, at hann ynskir eina smala sjálvstýrissamgongu. Helst AED. Tað verður áhugavert at síggja, um Kallsberg, Niclassen og á Lakjuni vilja fara í samgongu við E, sum teir hava roynt áður. Tungan á vágskálini í A millum hesar báðar bólkar verður so nýggi tingmaðurin og atkvøðuslúkurin Jákup Vestergaard. Her verður tað eisini áhugavert at fylgja við í, um hann hevur vaskað talvuna reina ella um sárið hann fekk í undanfarnu samgongu, tá løgmaður segði hann úr starvi, er lekt. Hvussu fegin man hann vera at fara í samgongu við tí løgmanni, sum tveitti hann úr Tinganesi? Greitt er at, Fólkaflokkurin fer at seta yvirtøkukrøv, sum Sambandsflokkurin kann fáa ilt við at góðtaka.

 

Sambandsflokkurin gongur eisini í bólkum. Hóast formaðurin fekk fleiri atkvøður enn ein av kappingarneytunum, Edmund Joensen, so fekk nýggi maðurin Magni Laksáfoss nógv flestar atkvøður. Spurningurin er eisini í hvørjum leiri vit fara at finna nýggju tingkvinnu floksins, tá avgerðin skal takast um samgongu. Neyvan hoyrir hon til meira ”sjálvstýrissinnaða” vongin í flokkinum og kann hon tí gerast tungan á vágskálini, tá tingfólkini skulu gera av, antin tað verður ein ABC samgonga ella man vil loyva Tjóðveldinum inn í hitan.

 

Javnaðarflokkurin misti eitt tingfólk, og tí er hann kanska ringast fyri í júst hesi samgongukonstellatiónini. Ganga hinir við til at hann varðveitir løgmanssessin, og gera teir tað fær hann so eisini landsstýrissess, hóast hann hevur færri tingfólk! Hóast javnaðarfólk hava funnist at, at teirra formaður hevur verið ov lítið javnaðarmaður í undanfarnu samgongu, so kemst tó ikki uttan um, at løgmaður hevur verið sera loyalur mótvegis sínum samgongupartnarum. Nakað, sum ger, at teir helst vilja, at hann skal halda fram – men helst fara teir í hvør sínum lag at krevja meira dynamikk í leiðsluni, soleiðis at EU málið og sjálvstýrismálið verða raðfest hægri.

 

Sosialurin