Tað er rætt, at studningur er nakað, ið landið skal verða sera varið við, tá slíkt skjótt kann gerast ein koddi hjá vinnulívinum. Hetta kenna vit frá nýggjari føroyskari søgu. Fyribils rakstrarstudningur er ikki gott, tí hesir hava søguliga havt ein keðiligan tendens til at gerast varandi loysnir.
Eitt er beinleiðis studningur í pengum, men tað er so nógv annað, politiska skipanin kann gera, fyri at stuðla vinnulívi. Protektionisma við at lóggeva mørk fyri inn og útflutningi, tollpolitikkur og annað, kann eisini verða studningur til vinnulívið. Slíkur studningur kann hava júst somu avleiðingar, sum ein beinleiðis peningalig innspræning.
Fólkaflokkurin hevur í eitt mannaminni látið sum um, at hann er so liberalur, at hann er ímóti almennum studningi, men hann hevur hóast hetta, næstan altíð verið í fremstu røð, tá so gjarað hevur verið út úr almennum kassum gjøgnum ymsar kreativar stuðulsskipanir. Hetta er dupultmoralur, tí man letst halda eitt, og ger so nakað annað.
Hinir flokkarnir á tingi hava sanniliga eisini verið við til at samtykt meiri og minni hepnar stuðulsskipanir og protektionisktisk átøk, men hetta hevur verið gjørt opið og alment. Til dømis var lógin, ið vardi arbeiðspláss á Elektron í kreppuárunum, alment fráboðað sum ein protektionistisk lóg, ið vardi føroysk arbiðspláss, tá tørvur var mest á hesum.
Nú er ein flokkur, ið letst verða konsekvent ímóti øllum almennum studningi til vinnulívið. Tað er Tjóðveldisflokkurin. Hetta er sjálvandi fyriuttan ideologisku frasurnar hjá Fólkaflokkinum um privata initiativið o.s.fr., men vit vita jú av søguligum royndum, hvussu nógv hesi føgru orð eru verd.
Tað er sera naivt og bláoygt at halda, at um landið bert kann halda fingrarnar burtur frá øllum, so orna marknaðarkreftirnar rest. Hetta er naivt, tí EU og flestu samstarvslond okkara ikki hava fríar marknaðir. Vit kunnu nevna marknaðin fyri laks sum dømi. At yngru tjóðveldisfólkini hava eina linju, hevði verið alla æru vert, um tey fylgdu linjuni. Tað gera tey ikki.
Málið um Elektron er sera óheppið. Høgni Hoydal ger sambært formanninum í Dáturáðnum eitt vinnupolitiskt inntriv við at forða føroysku peningastovnunum at útflyta upplýsingar. Hann ger eina protektionistiska kunngerð sum einki annað er enn ein stuðul, so arbeiðið má gerast í Føroyum. Hetta kundi verið gjørt opið av einum vinnumálaráðharra, men ístaðin verður tað gjørt undir einum øðrum spjaldri av einum løgmálaráðharra. Hetta er einki minni enn skápsprotektionisma.
Sosialurin