Tað skulu vit ikki taka dagar ímillum her. Hinvegin kunnu vit staðfesta, at samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldið og Miðflokkin eru tær landsstýrissamráðingarnar í søguni, sum eru fingnar skjótast frá hondini. Tað tók eina viku hjá flokkunum at skipa samgonuna, og tað er ongantíð hent áður. Fyrstu samráðingarnar eftir nýggju stýriskipanarlógini vóru í 1998. Tá tók tað 15 dagar hjá Anfinn Kallsberg at skipa samgngu. Í 2002, tá fullveldissamgongan misti meiriluta – og fekk Miðflokkin afturat, tók tað teimum 37 dagar at skipa samgongu. Tað tók Jóannes Eidesgaard 14 dagar at skipa ABC-samgonguna eftir valið í 2004, og tað tók honum eina viku at skipa CHE-samgonguna á kyndilsmessu farnu.
Fleiri atfinningarsamar røddir hava verið frammi og víst á, at tað er sera óheppið við eini 17-manna samgongu. Rætt er tað, at ein persónur nú kann avgera lagnuna hjá samgonguni. Taka vit farnu ABC-samgonguna sum dømi, so misti hon tvær ferðir tingmenn. Einu ferðini var Johan Dahl stoyttur, tí hann ikki vann formanssessin í Sambandsflokkinum. Hina ferðina vísti Alfred Olsen sína misnøgd í sambandi við 266b, at hann meldaði seg úr samgonuni. Hesi mál fingu onga avleiðing – og tey mundu vera fá, sum skiltu støðuna hjá hesum tingmonnum, og spurningur er, um teir í veruleikanum fóru úr samgonguni ella ikki. Johan Dahl kom seinni inn aftur í Sambandsflokkin.
Var talan um eina 17-manna samongu, so hevði hetta helst ikki borið til. Atli Dam plagdi at siga, at tað var lættari at stýra við eini 17 manna samgongu, tí tá visti hann, hvar hann hevði fólkini. Og nógv er í hesum orðum. Tað sleppa Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal at prógva – saman við John Johannessen og Annitu á Fríðriksmørk, sum eru leiðarar flokkanna á tingi.
Sum vit hava nevnt áður, so er kyndilsmessusamgongan eitt spennandi eksperiment, sum so avgjørt eigur at fáa sín kjans. Hon skal m. a. stinga út í kortið, hvør gongda kompromisleiðin er á ríkisrættarliga økinum – og finna fram til, hvønn veg vit skulu ganga í alheimsgerðini til tess at tryggja okkum góða marknaðaratgongd.