Vit skulu ikki her gera viðmerkingar til tey áhugaverdu hugskotini, sum verða luftað í greinini "Suðuroyggin má gerast eitt kraftsentur", men bert mæla øllum samfelagsáhugaðum til at lesa greinina. Hinvegin er eitt hugskot, sum sera varisliga verður umrøtt í nevndu grein, sum vit halda er sera áhugvert. Hetta hugskot snýr seg um ein regionalan grunn fyri Suðuroynna. Nú er alt, sum eitur almennur stuðul til vinnuliga menning vorið eitt ókvæmsorð í Føroyum. Tann, sum dittar sær at nevna hendan møguleika, verður alt fyri eitt settur í bás, sum ein av teimum, ið vil reka Føroyar aftur í áttatiárini. Soleiðis er nú tað.
Men hesin spurningur er ikki so einfaldur. Líta vit út um landoddarnar t.d. at europeiska búskaparlokomotivinum ES, so síggja vit, at grunnar av øllum sløgum verða nýttir sum búskaparligir kveikar og sum menningaramboð. Vit síggja, at stuðul verður latin til fleiri vinnur, og at hetta verður gjørt við góðum úrsliti. Sum dømi kunnu verða nevnd filmsídnaður og økismenning. ES hevur tungar regionalar grunnar, sum hava gjørt almikið gagn fyri útjaðaraøki í samveldinum. Hví kunnu vit so ikki hava ein føroyskan regional- ella økismenningargrunn? Vit hava jú roynt nakað av hesum við tí sonevndu Sandoyarætlanini, sum í roynd og veru var ein miniregionalgrunnur. Henda skipan var ein treytaleys succes. Samgongan eigur av álvara at taka trupulleikarnar hjá Suðuroynni upp til álvarsama politiska viðgerð. Í hesum sambandi eigur at verða gjørd ein Suðuroyarætlan, samstundis sum stovnaður verður ein sterkur regionalgrunnur við tí endamáli at fáa Suðuroy búskaparliga aftur á føtur. Ætlanin eigur at fevna um innankervið t.v.s. nógv betri ferðasamband í oynni og millum oynna og restina av landinum og útheimin, útbúgving, mentan, vinnulív, broyttan kommunubygnað, ungdómstilboð o.m.a. Við eini slíkari ætlan kundi Suðuroyggin blivið til tað kraftsentur, sum verður eftirlýst í nevndu grein, og sum øll væl ynskja.
Sosialurin