Oddagrein· Svenska sambandið

Føroyska flogfelagið fór í farnu viku undir regluligt rutusamband millum Føroyar og Svøríki. Sambandið millum Svøríki og Føroyar hevur annars djúpar røtur.

Alla fyrru øld sýndu svensk mentafólk Føroyum stóran ans og virkaðu íðin til tess at styrkja mentanarligu bondini millum londini bæði. Hetta virksemið leiddi til stóru almennu vitjanina í Føroyum í 1950, tá hópur av svenskum ríkisdagsmonnum og mentafólki vitjaðu í Tórshavn. Gestirnir komu við ikki minni enn trimum svenskum herskipum og høvdu nakrar ógloymandi dagar í Føroyum. Við sær høvdu svensku gestirnir stórfingna bókagávu til Føroya fólk. Í áttatiárunum vitjaði aftur stór svensk sendinevnd við mentamálaráðharra á odda at handa Føroyum elsta mentagrip okkara Kongsbókina við Seyðabrævinum – ein sonn vinagerð. Frammanundan var ikki sørt av vinnuligum sambandi millum londini, eitt nú við tað, at svensk fyritøku um aldamótið 1900 rak kolanámsvinnu í Suðuroy, eins og eldri føroyingar minnast, at tá garnafiskiskapurin eftir sild norðanfyri var í hæddini í fimti og sektiárunum, var Svøkríki týdningarmikil keypari og nógvur samhandil var millum londini. Sviar keyptu sild og føroyingar keyptu bátamotorar, timbur og seinni bilar.

 

Norðurlond hava sum kunnugt tætt politiskt samstarv í Norðurlanda ráðnum og Ráðharraráðnum. Hartil kemur, at Norðurlond alt meira í altjóða høpi mynda eina politiska eind við stórari ávirkan. Tey hava tætt samstarv og eru altjóða fyrimyndir, tá um fólkaræði og vælferð ræður. Í hesum høpi er Svøríki burturav tað land, sum hevur størstu ávirkan. Hetta kemst ikki bert av, at Svøríki er tað størsta landið í norðurlendska samstarvinum, men einahelst av, at landið hevur drúgva siðvenju fyri at taka lut í altjóða samstarvi av fullum huga og hevur sera stórt alætjóiða álit. Tað er tí ein stuðul fyri okkum í altjóðagerðini at hava gott samband við Svøríki.

 

Føroyar hava tí allar góðar grundir til at knýta politisk, mentanarlig og vinnulig sambond við Svøríki. Okkurt kundi bent á, at politiskur og vinnuligur áhugi eisini er í Svøríki fyri sambandi við Føroyar. Seinastu árini hava týðandi svenskir ráðharrar vitjað dúgliga í Føroyum. Norðurlendski samstarvsráðharrin, sum tók ímóti á fyrstu ferðini hjá Atlantsflog í farnu viku, var ikki minni enn tríggjar ferðir í Føroyum í fjør, og hetta kann ikki annað enn benda á stóran svenskan politiskan áhuga fyri landi okkara. Tað er tí bæði skilagott og rímuligt, at Atlantsflog fer undir regluligt ferðasamband við Svøríki. Hetta samband er fortreytin fyri at vinnuligu, mentanarligu og politisku sambondini millum tjóðirnar kunnu verða ment, nakað sum í hvussu so er fyri okkum hevur sera stóran týdning í altjóðagerðini.

Sosialurin