ODDAGREIN: Tað floksleysa parlamentið

Nú orrustan um fiskidag­ar­nar er løgd aft­ur um bak verð­ur á­hug­a­vert at frætta, hvussu leik­ur fer á pol­it­iska leik­pall­i­num næstu tí­ð­ina. Jú, brúks­skyld­una ætl­ar mak­r­e­l­­sam­gong­an at sam­tykkja – og so fáa vita at síggja, um onn­ur stór­mál verða sam­tykt, ella um alt fløk­ist upp í ei­n­um tilstundandi valstríði.

Løgmaður hevur jú sagt, at valið verð­ur ikki hild­ið 19. jan­uar, so sum hann ann­ars hev­ur sagt, at men fyri ta tíð – helst ein­a­ferð í heyst. Spurn­ing­ur­in er tí nú, hvørji mál sam­gong­an sam­an við Tjóð­veldi og Fram­sókn megn­ar at fáa í­gjøgn­um pol­it­isku skip­an­ina – ella um alt upp­loys­ist í val­stríði.

Tað standa fleiri onn­ur stór­mál fyri framm­an, sum flokk­ar als ikki eru samd­ir um inn­an­hýs­is. Spurn­ing­ur­in er, um flokk­ar­nir tora út í eitt kon­tro­ver­s­i­elt inn­an­hýs­is­stríð nú so stutt er eft­ir til val­ið. Løg­mað­ur og Sam­bands­flokk­ur­in hava hava spælt høgt spæl, nú løg­mað­ur og Jo­han Dahl komu í minn­i­luta í egn­um flokki. Sam­bands­flokk­ur­in, sum hev­ur stað­ið til stóra fram­gongd, upp í 10 prosent, kann fara at uppliva tað sama, sum hann gjørdi við Lis­beth L. Pet­er­sen í 2004, at øll tann vænt­aða fram­gongd­in tódn­ar til aft­ur­gongd, um eitt alt­oyð­i­leggj­andi inn­an­hýs­is­stríð fer at merkja val­stríðið.
Men tað er ikki bara Sam­bands­flokk­ur­in, sum dreg­ist við slík­ar trup­ul­leik­ar. Tjóð­veldi og Javn­að­ar­flokk­ur­in hava sínar – fyri ikki at tala um Sjálv­stýr­is­flokk­in, har bein­leið­is op­ið stríð er mill­um kár­ar­nar.

Tað sum stendur eftir fisk­i­dag­a­stríð­ið er, at vit hava sæð pol­it­ik­ar­ar flokk­ast á ann­a­n hátt: Vit hava út­jað­ara móti mið­staði ella slips­a­fólk móti verka­fólki. Pol­i­tiskt hug­sjón­ar­liga er ilt at síggja, hvat flokk­ar­nir halda – í øll­um før­um í hes­um máli. Og tað er ein trup­ul­leiki fyri flokk­ar­nar.
Síðani aldaskiftið er føroyskur pol­i­tikk­ur broytt­ur á tann hátt, at ting­fólk ganga nógv hægri upp í sín egna per­són, enn flokk­in. Tað hava vit sæð – og tað fara vit at síggja seinni í heyst – í val­stríð­num, hvussu høgt per­són­ar ganga upp í at pro­fil­era seg sjálv­an. Á løg­tings­val­um fyri alda­­skifti sást tú valla eina val­plak­at av ein­stak­l­ingum, tíð­ans held­ur lýs­ing­ar, har fólk førdu seg sjálv­an fram.

Um hetta er tilgongdin til tað floks­leysa parl­a­ment­ið, mann­að við ein­stak­l­ing­u­m, ella um flokk­ar­nir fara at styrkja sína støðu aftur, er ilt at siga.

Tað tykir eisini sum um, at broyt­ing­in til eitt valdømi hevur ment hesa gongd.