Oddagrein· Tey eldru

Tað eru ikki hugalig ella tespilig tíðindi, sum berast í hesum døgum, um umstøðurnar hjá okkara gomlu. Tilhaldini kring landið, sum eru ein sera týðandi partur av lívinum hjá eldri fólki, standa nú og rilla, tí Almannastovan hevur gjørt av at skerja játtanina til raksturin. Hetta m.a. tí at peningurin skal býtast út til fleiri enn áður, og tí verður minni í part til hvørt Tilhald. Eitt nú verður Tilhaldið í høvuðsstaðnum skert við nærum helvt av stuðlinum, og hetta ger, at umhugsað verður at stongja stovnin. Nevndin í Tilhaldinum skuldi hava fund um málið í gjárkvøldið.

Hetta kemur sera ávart á tey gomlu, sum hava gjørt tilboðini Tilhaldini veita teimum, til ein týðandi og livandi part av teirra lívi. Tey , sum hava fylgt við mongu tilboðunum og tí nógva virkseminum eitt nú í Tilhaldinum í Havn, vita, hvussu stóran týdning hesin stovnurin ella heimið hevur fyri tey eldru.

Tað er tí rætt, at tað verður gjørt vart við støðuna í miðlunum. Spurningurin er so, hvat kann gerast. Tað skal í hvussu er vera okkara inniliga áheitan á landsins myndugleikar ikki at skerja hesi ómetaliga góðu tilboð til okkara gomlu. Um landsmyndugleikarnir ikki fáa gjørt hetta øðrvísi, so mugu kommunurnar og onnur spjaða meira til. Væl vitandi, at kommunurnar longu gera sítt, so átti kortini at borið til hjá kommunalu myndugleikunum at raðfest soleiðis, at pengar vórðu tøkir til raksturin av Tilhaldunum. Talan er eisini um raðfesting.

Landsins størsta kommuna hevur júst avgjørt at seta eitt "Eldraráð". Hetta er eitt frálíkt tiltak. Gott í tykkum. Kanska kundi tað verið ein tann fyrsta uppgávan hjá ráðnum at sannført politikarnar í býnum um at seta fleiri pengar av til virksemið hjá Tilhaldinum. Tað skal vera okkara vón, at politikararnir í Tórshavnar Býráð vilja vera við til at ítøkiliggera arbeiðið hjá "Eldraráðnum" við eitt nú gjøgnum tað at kanalysera pengar til Tilhaldið í býnum.

Men tað eru tó enn størri ávaringartekin at hóma, tá tað snýr seg um tey eldru. Mánakvøldið var "kreppufundur" á røktarheiminum Lágargarði í Havn, har leiðslan og avvarðandi tosaðu um álvarsligu støðuna á stovninum, har tað skal sparast millum hálv og heil mill. kr. í rakstrinum í ár. Sum støðan er ber ikki til at áleggja starvsfólkinum fleiri uppgávur ella renna skjótari, tí tey longu hava alt ov stórar arbeiðsbyrðu, eitt nú við niðursettari tíð til røkt av búfólkunum vegna sparingum, sum longu eru gjørdar. Sum skilst skuldi Stýrið fyri heimið hava fund í gjár, har álvarsliga støðan skuldi takast til viðgerðar.

Tað er greitt, at alt hetta kemur í kjalarvørrinum á einum veikari búskapi. Ráðini eru ikki tey somu, sum tey vóru tey góðu árini. At nærum 400 mill. kr. vórðu kutaðar av blokkinum úr Danmark má sjálvandi eisini merkjast í samfelagnum hvørt ár, og her ber m.a. til at finna eina av orsøkunum til, at minni er til ikki bert tey eldru men til allar tættir í samfelagnum. Gjørt er gjørt og her vendist ikki aftur. Tí er tað kanska meira enn nakrantíð týdningarmikið hjá politikarunum at raðfesta rætt. Vónandi verður raðfest soleiðis, at tey eldru ikki verða við skerdan lut.

Sosialurin