Vit kenna tað av royndum, at slíkar heildarætlanir, nevndir og álit, sum oftast verða brúkt til at tippa kjakið. Eitt dømið um tað er aktuella dømið um pensjónirnar hjá landsstýrisfólkum. Løgmaður hevði eitt álit liggjandi á borðinum, tá hann tók við sum løgmaður, men hann lat tað liggja. Tá so vit í miðlunum aftur tóku málið upp, varð ein nýggj nevnd sett at viðgera málið. Men einki hendi. Aftur tóku miðlarnir málið upp, og aftur setti løgmaður eina nevnd, sum handaði honum sítt álit nýggjársaftan í fjør. Nú lovar løgmaður so at bera málið í tingið, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Men í hesum drálingartíðarskeiðnum hjá løgmanni hevur hann sjálvur og næstan øll landsstýrisfólkini upptjent sær ta »gyltu pensjónina«, sum løgmaður sjálvur kallaði tað í tíðindaskrivi fríggjadagin eftir at hava lisið Sosialin.
Vit vóna ikki, at samanhangur er millum upptjentu pensjónina hjá sitandi landsstýrisfólki og viljan nústani at avtaka pensjónina fyri komandi landsstýrisfólk – altso ikki fyri sitandi landsstýrið...?
Men latið okkum dvølja við lækkandi fólkatalið í Føroyum.
Í tíðargrein í vikuskiftisblaðnum vísir Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður, sum eisini er hagfrøðingur, á skeivu fólkasamensetingina í Føroyum, og hvussu nógv skeivari hon verður í framtíðini.
Sum dømi nevnir hann, at síðani 2004 er talið av fólki í aldrinum yngri enn 40 ár minkað við 2.470. Sama tíðarskeið er talið av fólki eldri enn 40 ár vorðið 2.490 størri.
Hann vísir eisini á, at við síðani 2004 hava mist 1.368 kvinnur í aldrinum 15-29 ár og 1.140 menn í sama aldri.
Sambært framskrivingum minkar fólkatalið næstu 40 árini við sløkum 2.000 fólkum. Tað er ikki katastrofan, sambært Hans Paula Strøm, men heldur tað, at barna- og ungdómsættarliðið minkar við 3.649, og at talið av vaksnum minkar við 3.509. Størsti trupulleikin er tó, at samstundis veksur talið av gomlum við 5.263 fólkumm.
Vit kunnu tí ikki annað enn vóna, at onkur fær vakt okkara ráðandi fólk. Uttanumtosið gagnar ongum. Sjálvt um Jørgen og Kaj Leo ikki trúgva slíkum framrokningum, so má framtíðar politikkurin byggja á hesi størstu hóttan fyri føroyska samfelagið!