Oddagrein·Átrúnaður, har átrúnaður hoyrir heima

Tað eru nógv í føroyska samfelagnum, ið vilja gera alt til ein spurning um synd ella ikki synd. Nú eru vit eitt modernað demokrati og ikki eitt prestastýri eftir Miðeystur leisti, og tí hava vit, eins og øll lond í Vestureuropa verdsligar stjórnir.

Tað eru mong, ið hava fortreð av samkyndum. Ofta verða átrúnaðarlig atlit drigin fram til at grundgeva fyri hesum, og nógv eru leikfólkini, ið tveita um seg við bíbliuørindum fyri at grundgeva við hesum. Onkuntíð mugu tulkingarnar sigast at vera bókstaviligani sæð sum várharragud veit, men vit mugu ikki gloyma, at hetta er ikki tað, málið skal byggja á, óansæð um skil er í ella ikki. Vit tosa um eina verdsliga lóg, har fólk skulu fara oman á kommunuskrivstovuna at skrásetast i parlag fyri at fáa nøkur grundleggjandi rættindi, sosum eitt nú arvarætt eftir hvørjum øðrum. Eingin fer illa av einari slíkari lóg, og snýr hetta seg um vaksin fólk, ið ikki hava tørv á moralskum formyndaríi. Mong halda av átrúnaðarligum grundum, at tað er synd, at liva eitt lív sum samkyndur, og halda hesi fólk ivalyest, at samkynd fara lúkst til tann grábeinta eftir hetta lívið. Hví hesi somu fólk, ið eftir røttum skuldu verið ímyndin av næstrakærleika so ikki kunnnu unna samkyndum at hava eitt gott lív her a foldum er ringt at skilja.

Eitt verdsligt land, har Føroyar tíbetur enn telist ímillum, kann ikki smíða landsins lógir eftir lægsta felagsnevnara, tá tað kemur til trongskygni. Pláss skal verða fyri øllum. Sjálvt okkara konservativi granni fyri sunnnan, Stóra Bretland gav samkyndum rætt til skrásett parlag í fjør.

Tað er ivaleyst gott, at vit hava eitt ríkt trúarlív her í Føroyum. Karmarnir eru eftir øllum at døma góðir hesum viðvíkjandi, og er tað øllum, ið hava slíkar interessur væl unt, at tey kunnu fara á møti o.s.fr.

Summum dámar at fara í dans, og kunnu tey eisini tað, uttan at tað er til ampa fyri onnur, og er tað eisini gott, at fólk kunnu fara til slíkt, hóast ein minniluti av fólki av átrúnaðarligum grundum heldur tað verða synd at dansa, og helst sóu eitt dansiforboð.

Føroyska forholdið til rúsdrekka er eisini soleiðis, at, um ávisar átrúnaðarligar tulkingar skuldu ligið til grund, so var fullkomið rúsdrekkabann, hóast tað var drukkið somikið nógv í Kána, at vínið gjørdist uppi.

Skrásett parlag er eitt reint verdsligt mál, og eigur man ikki at blanda átrúnað upp í henda sjálvsagda rætt hjá samkyndum at vinna sær nøkur rættindi. At so onkur tekur synd í samkyndum av átrúnaðarligum orsøkum, ti at leiðin sambært teimum førir til fortapilsi, er ein onnur søk, ið ikki eigur at blandast upp í hetta mál.

Sosialurin