Nógvar kritiskar røddir hava verið frammi um Tryggingarfelagið Føroyar og um, hvussu hetta sínamillum tryggingarfelag verður stjórnað. Tað eru jú tryggingartakararnir, sum eiga felagið, men ávirkanin liggur hjá nøkrum fáum fólkum í leiðslu, nevnd og umboðsráð.
Júst mátin, hvussu hetta umboðsráð verður valt, hevur verið nógv kritiseraður. Tað hevur víst seg, at nógv fólk ganga aftur í felagnum, og at áhugin fyri at velja hevur verið sera lítil. Tí hevur tað verið so lætt hjá ávísum valevnum at fáa Tryggingafelagið at senda út atkvøðuseðlar til »sínar veljarar«. Tað er sjálvandi spell, at eigararnir – tryggingartakararnir – ikki hava áhuga fyri hesum vali. Men tað tykist heldur ikki, sum um umboðsráð, nevnd og leiðsla hava havt serliga stóran áhuga í at fáa fólk at velja.
Um verandi uppskot broytir hetta, vita vit ikki. Sum vanligir tryggingartakarar vita vit als einki um hesar broytingar. Vanligi tryggingartakarin visti heldur ikki, at fundur skuldi vera í ognarfelagnum, tí fundurin var so illa lýstur – og við so tvørligari tilmeldingarfreist, at tú freistast at halda, at áhugi ikki hevur verið fyri, at nógv fólk skulu møta – og felagið »gloymdi« at leggja upplýsingarnar á heimasíðuna, sum lýsingin vísti til.
Tryggingarfelagið sendir tryggingartakarunum – eigaranum – hópin av brøvum hvørt ár. Men ikki eitt orð er sent út um hesa broyting, sum eigararnir tískil ikki hava møguleika til at hava eina meining um. Tað er sera løgið og bendir ikki á tann opinleika, sum átti at myndað eitt slíkt felag.
Men talan er veruliga um ein fíggjarrisa, sum tryggingartakararnir eiga gjøgnum TF Holding og Eik Banka, sum er blandað nógv upp í samfelagið á nógvum økjum. Felagið eigur í nógvum vinnulívsvirksemi, eigur vinnubygningar fyri fleiri hundrað milliónir, eigur stóran part í okkara uttanlands ferðafólkasigling, eigur fleiri hotell í høvuðsstaðnum.
Tí hevur tað sjálvandi týdning, at fyritøkan verður rikin á einum tryggum grundarlag, og at professionell fólk eru í nevnd og leiðslu. Tað er ein serliga ábrygd at tryggja, at skandalan við Eik Banka og Eikgrunninum ikki verður endurtikin.
Spurningurin er so, um tað er rætt, at so stórt vald, og so stór fíggjarliga orka er konsentrerað hjá so fáum. Men vit kunnu so vóna, at hesi stig flyta felagið soleiðis, at tað lýkur tær organisatorsku reglur, sum galda fyri eina sunna og modernaða fyritøku á privata marknaðinum. Men felagið hevði víst størri tign við at havt størri og virðiliga opinleika – og harvið eisini størri fólkaræði.