Herfyri varð orðaskifti um miðbýin í høvuðsstaðnum, har víst varð á, at vit megna ikki at skapa ein livandi og dragandi miðbý í Havnini. Nú eru so tekin um eina broyting til tað betra. Ikki í sjálvum miðbýnum men rundan um Vágsbotn og Tórsgøtu, ið vit so aftur kunnu meta sum ein meginlívæðr í miðbýarhjartanum. Her eru myndugleikar og handilslív farin í gongd við at skapa eitt meira livandi og hugnaligt umhvørvi. Vit hóma eina byrjandi tilgongd, sum, um ikki júst í vavi men so kortini í skapi minnir eitt sindur um savnandi pláss kring havnirnar í stórbýum kring okkum.
Roynt verður at menna torgið rundan um Nólsoyar Páll við eitt nú at minka um ferðsluna og seta upp benkur. Myndugleikarnir hava síðani skapt eitt umhvørvi við keikantin, har tað ber til hjá útróðrarmonnum og øðrum at selja sínar vørur í einum reinum og nosligum umhvørvi og undir taki. Og leita vit so inn móti aldargomlu, serstøku og vøkru bygningunum á Bryggjubakka síggja vit eina byrjan til eitt tiltrongt caféumhvørvi, har bæði føroyingar og fremmandafólk kunnu sessast og hittast – har høvi er at fáa kaffi og øl og onkran bita eisini. Spurningurin er nú, um hesir fyrstu spírarnir til eitt hugnaligt og fólksligt umhvørvi í Vágsbotni sleppa at blóma og eisini geva íblástur til onnur eisini at sáa. Her eru nógvir møguleikar, spurningurin er um vilja og dirvi hjá bæði privatum og almennum myndugleikum. Slepst til hølini undir Bryggjubakka, so kann nógv gerast. Leita vit so niðan í Tórsgøtu, so hava vit har fingið eitt spildurnýtt spælistað í gamla Vaskaríinum, eisini ein týðandi brikkur í at menna ikki bert Vágsbotn men alt umhvørvi í grannalagnum.
Miðlahúsið við sínum serstaka umhvørvi og miðlum kennir seg sum ein part av hesi menning og vit fara eisini eftir førimuni at gera okkara til, at hesin so vakri og serstaki parturin av høvuðsstaðnum og Føroyum fer at gerast enn meira livandi og fólksligur.
Vit skulu heldur ikki gloyma týdningin av einum altjóða umhørvi í Vágsbotni, har fremmandir siglarar úr øllum herðashornum leggja at og har spennandi fólk koma í land og á savningarstøðunum her koma í prát við føroyingar. At skapa eitt altjóða og fólksligt umhvørvi her inni í krókinum í Vágsbotni er einki minni enn ein gimsteinur. Latið okkum hjúkla um hann.
Sosialurin