Hóast fjarskotin vit í Norðuratlantshavi og tit í Miðeystri so hava vit nógv í felag, eitt nú átrúnaðarligu røturnar. At nógvir føroyingar kenna seg drignar at Ísrael og fólki tess er ein sannroynd. Á hvørjum ári leita hundraðtals føroyingar til hetta søguliga landið at vitja og at uppliva síggja og hoyra um kristindómsins vøggu. Tað má tí eisini vera áhugavert fyri ísraelar at uppliva eitt land, har fólkið sær so nógv upp til og kennir seg so nógv knýtt at søguni hjá tí landi og øki, har kristindómurin og harvið okkara trúðarliv og fatan hava sín uppruna.
Oftani verður orðið ambassadørar fyri land sítt nýtt, tá fótbóltslandslið fara úti í heim at spæla. Og eins og vit eru errin av okkara liði og meta spælararnar sum góðar ambassadørar fyri okkara land, mugu vit rokna við, at ísraelar meta sítt landslið sum góðar ambassadørar fyri sítt land. Tit skulu tí verða væl móttiknir her eins og vit vóna, at okkara menn fara at fáa eina eins góða móttøku, tá vit í oktober fara til Ísraels at spæla.
Við slíkum landsdystum kundi eisini so mangt annað fylgt við. Um hugflog, dirvi og vilji var til tess. Umframt at menna ítróttarligu samvinnuna, so eiga slíkir dystir eisini at kunna rúma øðrum "brúgvabyggjaríum", eitt nú á mentanarliga og vinnuliga/handilsliga økinum. Kundi tað ikki verið eitt hugskot í framtíðini at nýtt hesi landsdystarhøvi til nettupp at ment samvinnu á øðrum økjum. At tað slíkar dystir eisini vórðu umboð fyri mentan og vinnu/handil, tí tá tað longu er fokus á tvey lond, har vit eru tað eina, átti at borið til at bygt nýggjar brýr.
Tað er greitt, at steðgurin til slíkar dystir er ikki drúgvur. Men til ber at tilrættaleggja hetta væl, tí vit vita í góðari tíð frammanundan, hvat tað eru fyri lond, sum vit koma at spæla móti, og harvið eisini hvørji lond vit fáa vitjan av. Hví ikki tá brúka hesa tíðina at umrøða og finnauppá, hvussu vit kundu ment samvinnuna við tey londini vit í framtíðini fara at spæla móti. Her liggur heilt vist eitt potentiali, sum vit áttu at givið gætur. Og hvat við at sett hol a longu nú og tikið okkurt stig á hesi leið, tá vit fara til Ísrael at spæla í næstum.
Sosialurin