Hetta verður gjørt í ásannini av, at føroyingar hava brúk fyri einum veruligum vikuskiftisblað, tvs. fjølbroyttur og rúgvusmikil lesnaður til alt vikuskiftið. Aðrastaðni hava tey sunnudagsbløð, sum nøkta henda tørv, men vitandi, at tað er ein sera kostnaðarmikil og møtimikil uppgáva at geva blað út her á landi sunnudag, hava vit so valt alternativið at menna blaðið, sum kemur út leygardag, við fleiri samrøðum, portrettum, hugleiðingum, frásøgnum ol. Hetta verður ment sohvørt.
Vit fara so eisini at gera meira við orðaskiftið. Sosialurin hevur seinastu mongu árini roynt at verið eitt gott og álítandi tíðindablað fyri allar føroyingar. Fólk kenna tíðindablaðið Sosialin sum eitt hitt fremsta blaðið innan tíðindi, ítrótt, og frásagnir um lívið í Føroyum ol.
Orðaskifti hevur eisini verið í Sosialinum, men fyri tað mesta hevur hetta verið lesarabrøv ella onnur innlegg frá fólki, sum eru partur í onkrum stríði ella máli. Nøkur ár herfyri framdu vit ta broyting, at øll skulu skriva við fullum navi á kjaksíðunum. Nú vilja vit eitt stig víðari.
Viðhvørt hevur tað eydnast okkum at fáa fólk við vitan og royndum at leggja upp til meiri alment og mennandi kjak. Til dømis hava vit havt kronikkir, klummur og viðhvørt greinir undir heitinum Tinghelluni. Harumframt hava oddagreinir okkara eins og aðrar greinir roynt at ment føroyska kjakið.
Men nú hava vit lagt ætlan um betri skipað kjak í blaðnum. Sosialurin vil bjóða seg fram sum sterkasta og mest seriøsa debattforum í Føroyum við miðvíst at skipa eina sektión við kjaki og kønum greiningum hvørt vikuskifti. (Lesið meira á síðu 11 í Vikuskiftinum).
Debattin í Vikuskiftissosialinum verður nevnd Tinghellan. Onki er nýtt undir sólini, stendur skrivað. Í gomlum døgum var føroyska tingið hildið í Tinganesi, har tingfólk gingu innanfyri veðbondini, meðan tað vanliga fólkið stóð uttanfyri. Sjálvsagt høvdu tingfólk tá sum nú mest at siga, men bæði í krókum og skotum á Tinganesi og helst eisini á sjálvari Tinghelluni hava fólk við áhuga ella skili fyri ávísum viðurskiftum havt høvi at sagt sína hugsan.
Eitt lítið land má hava eina skipan seymaða til eitt lítið land. Fólkið ger av, hvør skal ráða, men tey ráðandi kunnu - og skulu - lurta eftir skili og sjónarmiðum, ikki bara ráða yvir høvdið á fólkinum.
Fólk við royndum, fólk við útbúgving, fólk við sjónarmiðum fáa nú eitt alment forum, har debattin, analysan, kjak og fatanir kunnu vera við at menna føroyska samfelagið. Alt hetta verður partur av nýggja Vikuskiftissosialinum eina ferð um vikuna.
Sosialurin