ODDAGREINA: Jørgen visti ikki betur

– Jørgen Niclasen og eg hava havt eitt gott samstarv øll árini, bæði í løg­ting­i­num og í landsstýrinum. Sum løg­mað­ur hyggi eg fyrst og fremst eftir viðurskiftunum, sum tey eru í dag og tíðina, vit hava sam­starv­að. Upp­lýs­ing­ar­nir og um­røð­an sein­astu vikurnar í 20-25 ára gamla toll­málinum broyta ikki mína støðu. Eg havi álit á lands­stýr­is­mann­inum í fíggj­ar­mál­um.

Soleiðis ljóðaði niðurstøðan hjá løg­manni sunnudagin – eftir at hann hevði lisið frágreiðingina, sum Jørg­en Niclasen legði fram á tíð­ind­a­fundi í Miðlahúsinum fríggj­a­dag­in.

Á tíð­indafundinum segði Jørgen Nicl­a­sen eisini, athann hevði greitt løg­manni frá hesum máli, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, av fystan tíð setti Jørgen Niclasen sum landsstýrismann – tann 26. sep­tem­ber í 2008.

Løgmaður er seinni spurdur, um hann visti um málið, og tað hevur hann váttað, hóast hann ikki neyvt mint­ist, hvat Jørgen Niclasen hevði greitt honum frá.

At talan er um eitt mál, sum hev­ur týdning, er eyðsæð. Jørgen Nicl­asen hevði ikki havt greitt løg­manni frá tí, um hann ikki helt mál­ið hava týdning fyri sítt trúvirði. Men at eitt mál kann fylla so nógv, so langt aftaná, at Jørgen Niclasen hev­ur greitt tað fyri løgmanni sigur okk­urt um, at kriteriini helst ikki eru heilt í lagi, tá landsstýrisfólk verða tilnevnd, og spurningurin er, hvussu álvarsliga løgmaður í slík­um førum fer við upplýsingum, og hvussu gjølla hann kannar teir.

Niðurstøðan av tíðindafundinum hós­dagin var, at Jørgen Niclasen hevur selt vørur, sum ikki vóru toll­að­ar. Men umberingin hjá honum var, at hann gjørdi tað, tí hann visti ikki betur. Tann persónurin í hans­ara fyritøku, sum hevði móttikið bræv­ið, er ikki á lívi longur, so tað kundi ikki greiðast nærri.

Eftir stendur eisini, at meðan N. Nicl­a­sen hevði goldið gamla toll­skuld niður til 52.000 krónur, so hevur Skipafelagið Føroya rind­að rokningina upp á eina hálva mill­i­ón í tollkreditti til fyritøkuna N. Nicl­a­sen, sum felagið ikki átti at fingið.

So meðan Jørgen Niclasen kann skjóta seg undir, at hann visti ikki bet­ur, so hava tollmyndugleikanir vit­að, at teir vórðu »snýttir«, og tí gjørdi fútin ikki meira við málið.
Soleðis verður lok lagt á hetta mál­ið – og løgmaður hevur fult álit á ovasta tollmyndugleikanum í Føroyum, Jørgen Niclasen.