1. deild menn:
B36-KÍ 2-0 (2-0)
Avgerðin um hvør verður føroyameistari fellur ikki fyrrenn leygardagin, og tað kann gott vera, at KÍ endar ovast, meðan vónirnar hjá B36 at vinna FM eru millum lítlar og ongar.
Men uttan mun til hvussu tað verður við FM heitinum, so er tað ein veruleiki, at B36 sunnudagin so hølvaði klaksvíkingarnar ígjøgnum í Gundadali.
KÍ skinklaði alla tíðina, teir spældu við hondbremsuni hálvt uppi, og teir tóktust hava gummibein, nú avgerðin um FM heitið var komin undir land.
Men hetta er bara annar ? og hin minni ? parturin av frágreiðingini um vónbrotið hjá KÍ.
Fyrstu violinina spældi heimaliðið alla tíðina, og serliga í 1. hálvleiki vóru teir greitt omaná.
Traðkaðu á líktornina
Klaksvíkingarspældu í 3?4?3 uppstillingini, sum teir so ofta hava roynt í ár, og aftur hesa ferð tóktist málið vera, at vongspælararnir skuldu megna at bróta ígjøgnum ein móti einum og harvið skapa vandamiklar støður, men tað eydnaðist opngantíð í 1. hálvleiki og bara hendingaferðina í seinna umfarinum.
Tomislav Sivic, sum helt seg sjálvan uttanfyri vøllin allar 90 minuttirnar, hevði roknað rætt, tá hann hevði mett um KÍ uppstillingina og spælið, og tað var beinanvegin sjónskt, at taktikkurin hjá B36 gekk út uppá at trýsta veiku punktini hjá KÍ.
Øssur Hansen var meiri vinstri vongur enn bakverji, og hann hevði mesta partin av einum kúfóðri at dusa sær á í holinum, sum var í høgra verjuborði hjá klaksvíkingum, og bæði í hesum borðinum og í høgru, har Carl H. Høgnesen var álopshugaður vongverji, og har Jákup á Borg ofta hjálpti til, megnaðu heimamenninir at bróta ígjøgnum, um so tað var í eitt tvey samanspæli, yvirlappi og stingarum inn um annan var forstopparunum.
Longu í 2. minutti var um reppið, at hetta gav úrslit. John Petersen kom ígjøgnum í høgru, Øssur Hansen varð púra blankur mitt fyri og stutt úr málinum, men í staðin fyri at smekka til við høgra beininum, so royndi hann so at siga skeivt upp á bein at sneiða bóltin í málið við vinstra beini, men tað miseydnaðist.
Hetta átti at fingið ávaringarskipanina hjá KÍ at blinka, og teir áttu longu tá ella løtuna aftaná, tá tað ferð eftir ferð vísti seg, at uppstillingin ikki var nóg góð, at umskipað liðið, soleiðis at Harley Bertholdsen, sum saman við Jan Joensen var sentralur miðvallari, fór á høgra vongverja at tippa, men klaksvíkingar, sum í 1. hálvleiki als ikki fingu fatur í sentrala miðvøllinum, spældu víðari, sum um einki var galið, og so var tað upplagt, at B36 skuldi fáa mál burturúr greiðu yvirvágini.
Ein røð av møguleikum
Ronnie Samuelsen livdi upp til álitið, sum hann hevði fingið mitt á miðjuni, Jan Guttesen var eins álitisfullur, sum hann altíð er, Arnbjørn Danielsen var tryggur aftasti maður, og serliga eyðsýnt var tað, at landsliðsmenninir hjá B36 høvdu fullkomuliga tak á spælinum.
Jens Kristian Hansen og Pól Thorsteinsson gjørdu einki mistak, Jákup á Borg arbeiddi nógv, hóast hann ikki var eins eyðsýndur, sum hann var fyrr í summar, Øssur Hansen spældi væl, og tað lá heilt væl fyri hjá John Petersen.
Hvussu tað hevði tørnað út, um Jan Allan Müller, sum saman við Rógva Jacobsen hjá KÍ týðuliga var plágaður av skaða, hevði vitað, hvussu leysur hann var, tá fríspark úr vinstru varð sent í brotsteigin til hansara, ber sjálvsagt ikki til at siga nakað um. Í staðin fyri at temja og royna móti málinum, valdi leigusveinurin at stúta upp á tvørs til sera spaka Rógva Jacobsen, og so spurdist einki burturúr.
Í næsta minutti fekk B36 hol á. Pazek misti í uppspæli í høgru, John Petersen fekk fatur á, stríddi seg til baklinjuna og út frá aftur, áðrenn hann flatt sendi í kassan. Dómarin bíðaði við at bríksla fyri frísparkinum, sum Pazek royndi at gera, tá hann hevði mist bóltin. Aftaná at málið var skorað, gav dómarin Pazek gula kortið, og hetta var eitt fínt dómaraavrik.
B36 menninir vóru sera miðvísir í verjupartinum. Teir løgdu ikki altíð so tíðliga trýst á mótstøðumenninar, men tá teir gjørdu tað, var tað sannførandi, og tá teir høvdu fingið bóltin, brúktu teir fáar støðir og vóru skjótir fram móti KÍ brotsteiginum.
27 minuttir vóru farnir, tá tað bleiv 2?0. Ronnie Samuelsen, Carl H. Høgnesen, John Petersen og Jákup á Borg vóru við í uppspælinum, og tá hesin síðsti sendi aftur um handara stólpan, var Ninoslav leysur og stútaði neyvt niður við handaru samankomingini, og B36 kundi fyrsta hálva tíman havt fingið bæði eitt og tvey mál afturat.
Óhvassari enn nakrantíð
Avrikið hjá klaksvíkingum var ongantíð einum oddaliði verdugt. Ov nógvir spælarar gjørdu ov nógv persónlig mistøk, og tá klaksvíkingarnir kendu seg trongdar, so fóru teir ov ofta at sparka fram á vøllin í staðin fyri at brúka breiddina, og so var líka vítt sum sítt hjá teimum.
Fyrsta hálva tíman høvdu teir á oddaliðnum onga roynd innanfyri málrammuna. Síðsta korterið var kanónin hjá Heðini á Lakjuni tvær ferðir rætt stillað og eina ferð hjá Rógva Jacobsen, men tað var bara, tá Egin Høgnesen hevði opið hús, at tað var tætt við, at KÍ skuldi fáa mál. John Ryan, sum i 2. hálvleiki hevði nakað av tyngdini, ið hann plagar at hava, sendi høgt í brotsteigin, Egin Høgnesen misti fyri føtuarnar á Rógva Jacobsen, ið smekkaði til beinanvegin, men í annars manntóma málinum stóð Ronnie Samuelsen, ið hevði verið orsøkin til frísparkið, á strikuni og sparkaði burtur.
Tíðin arbeiddi
Seinna umfarið vildi KÍ fegið koma afturíaftur, men tað eydnaðist ikki. Onkra hendinga ferðina eydnaðist samanspælið, sum Marek Wierzbicki, ið sum miðverji var mest konstruktivi KÍarin, var høvuðsmaður fyri, men burtursæð frá fløtum tvørbólti, sum Jan Allan Müller ikki rakk fram til eftir innlegg úr høgru, spældi KÍ seg ikki til ein tann einasta upplagda málmøguleika.
B36 vildi sjálvsagt ikki eins nógv, sum teir høvdu gjørt fyrra umfarið. Teir megnaðu ofta leingi at senda bóltin millum sín, tað tók sína tíð at avgreiða deyðbóltsstøðurnar, tá tíggju minuttir vóru eftir, vóru tríggir nýggir menn komnir á vøllin, og onkra ferðina var um reppið, at John Petersen kom ígjøgnum, tí miðverjan gjørdist alt tynnri, men Pazek og Jan Andreasen royndust sum altíð væl, og so var greitt, at klaksvíkingar einki FM heiti fingu á hesum sinni. Teir vóru avklæddir inn at skinninum av einum fótbóltsliði, sum í 1. hálvleiki vísti seg at vera nógv meiri sannførandi enn oddaliðið, og fekk úrtøku burtuúr, at mótstøðumenninir ikki megnaðu at rætta skútuni, sum beinanvegin vísti seg at sigla við slagsíðu.
Komandi leygardag fær KÍ ein nýggjan møguleika, meðan B36 í Runavík fyrst og fremstvskal arbeiða fyri at halda HB aftanfyri seg. Um nakað meiri kann spyrjast burturúr fer tíðin at vísa.
B36: Egin Høgnesen ? Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen ? Carl H. Høgnesen, Jan Guttesen, Ronnie Samuelsen, Ninoslav Milanovic, Øssur Hansen ? Jákup á Borg, John Petersen
KÍ: Stephen Boyle ? Andrzey Pacek, Jan Andreasen, Marek Wierzbicki ? Arnold Joensen, Harley Bertholdsen, Jan Joensen, John Ryan ? Jan Allan Müller, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni