Tólvta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini erá skránni í vikuskiftinum. Hesa ferð verða allir dystirnir spældir seinnapartin í dag.
Oddaliðið VB/Sumba fær á Jóansøku í Vági vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Tann dysturin verður klokkan 17.30. Tá kann roknast við, at kappróðurin verður liðugur.
Hini trý liðini, sum kappast um tvey tey fremstu plássini og harvið uppflytingina, fara seinnapartin øll at royna seg á útivølli. 07 Vestur er á veg til Klaksvíkar, TB er á veg á Svangaskarð, og AB skal spæla við Margáir í Streymnesi.
VB/Sumba-NSÍ: Rói Jacobsen kl. 17.30
HB-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 13.00
KÍ-07 Vestur: Bárður Mortensen kl. 15.00
B68-TB: Høgni Hansen kl. 15.00
EB/Streymur-AB: Rúni Gaardbo kl. Kl. 15.00
Støðan
VB/Sumba 28 stig
07 Vestur 25 stig
TB 23 stig
AB 22 stig
Víkingur 14 stig
HB og KÍ 13 stig
EB/Streymur 9 stig
NSÍ 8 stig
B68 6 stig
Víkingur hevur spælt 10 dystir, TB, HB og EB/Streymur hava spælt 12 dystir, og hini hava spælt 11 dystir.