Oddaliðini vunnu


 

Trý tey fremstu liðini í landskappingini hjá monnum vunnu øll sínar dystir um vikuskiftið.

Í Havn vann Kyndil á H71 í eini grannauppgerð, sum ongantíð gjørdist heilt spennandi, hóast H71 alla tíðina royndi at hanga í Kyndli.

Vestmenningar vunnu ein hampuliga tryggan sigur á Tjaldrinum, og var tað serliga í løtuni beint eftir steðgin, at hesin varð fingin í lag.

Seinasti dystuirin um vikuskiftið var í Vestmanna, har KÍF hevði vitjan av StÍF. Í hálvleikinum hevði KÍF munin, men so hvørt sum seinni hálvleikur leið, gjørdist tað alsamt greiðari, at tað var StÍF, sum skuldi vinna dystin, og soleiðis varð eisini.


Úrslitini sunnudagin vóru hesi:

H71-Kyndil 24-30 (9-12)

Tjaldur-VÍF 20-28 (11-13)

KÍF-StÍF 23-27 (14-11)