Oddaliðini vunnu spælandi

Tað styttist við einum hálvum stigi millum oddaliðini Sandavág og Havnina í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin.

Hesaferð eydnaðist A-liðnum hjá Havnini at vinna 4-0 á felagsins B-liði í innanhýsis dysti teirra millum. Ofta hevur B-liðið argað A-liðið, men hesaferð vóru føroyameistarnir eirindaleysir. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen vunnu allir.

 

Vágamenn vunnu í sínum lagi stórsigur á kollfirðingum. Tað bleiv tó ikki 4-0, men 3½-½. Silas Eyðsteinsson mátti sættast við remis á triðja borði móti veteraninum Bernhardi Thomsen.

 

Sandavágur er nú tvey stig frammanfyri Havnina. Skal ein verulig FM-finala fáast í síðsta umfari, tá oddaliðini hittast til hin seinna innanhýsis dystin, skal munurin helst ikki gerast størri enn hann longu er.

 

Í triðja dystinum í 1. deild endaði tað við javnleiki millum bæði klaksvíksliðini. A-liðið vann á ovaru borðunum, B-liðið á teimum aftaru.

 

##med2##

 

Dystirnir í sjeynda umfari í 1. deild verða annan sunnudag.

 

7. umfar (5. februar)

 

Havnin B - Sandavágur

 

Havnin A - Klaksvík B

 

Klaksvík A - Kollafjørður

Hinar deildirnar

 

Telvað varð í øllum deildum um vikuskiftið. Í stuttum er at siga, at kappingin er jøvn og spennandi í øllum deildum. 

 

Sandavágs Talvfelag er á odda í 2. deild eins væl og í 1. deild, og stendur tí til at fáa tvey lið í bestu deildini komandi kappingarár. Tá kann henda seg, at bara trý feløg eru umboðað í deildini - øll við tveimum liðum hvørt.

 

Í 3. deild eru sundalagsmenn í Róki á odda, men teir eru í harðari kapping við fleiri lið. Og í 4. deild stendur á jøvnum í toppinum millum gøtumenn og klaksvíkingar.

 

Í unglingadeildini eru havnardreingir á odda.

 

##med3##

 

Meira kann lesast um liðkappingina á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com