Leygardagin var føroyameistarakappingin á 12 metrum hjá teimum yngru. Næsta vikuskifti kappast tey á 15 metrum.
12 børn luttóku í kappingini, ið varð hildin í kjallaranum í ítróttarhøllini í Runavík, har bogaskjótifelagið Ørvur heldur til.
At kappingin var í Runavík sá eisini út at seta síni spor. Heili 9 av skjúttunum vóru úr Ørvi.
Innleiðandi skutu bestu skjúttarnir langt undir tað, sum tey vanliga klára. Besti skjúttin, Oddmar Nielsen, fekk bert 480 stig, sum er langt niðan fyri tað, øll trý tey fremstu vanliga fáa.
Tá komið var í finalurnar broyttist eitt sindur, og bestu skjúttarnir fóru frá hinum. Í fjórðingsfinalunum vunnu fýra teir bestu skjúttarnir sínar dystir rættiliga trygt, so lagt var upp til nakrar áhugaverdar semifinalur.
Tær blivu eisini rímiliga javnar, og endin varð, at Sirið Rein og Oddmar Nielsen skuldu skjóta um føroyameistaraheitið, og Odd Andreassen og Jógvan Olsen skuldu skjóta um triðja plássið.
Bronsudysturin gjørdist ongantíð veruliga spennandi, tí Odd Andreassen vísti nú skjóting, ið hann plagar at hava. Men Jógvan Olsen, sum er rættiliga nýggjur í kappingum, hevur rós uppiborið fyri sítt íkast. Hann fekk eisini persónligt met í kappingini.
Gulldysturin millum Oddmar Nielsen og Sirið Rein skuldi blivið ein spennandi dystur, og skjótingin hjá báðum var rættiliga góð, líka til Sirið Rein bert fekk fimm stig fyri ein píl. Eftir tað koyrdi Oddmar Nielsen tað heim, og kann nú kalla seg føroyameistara á 12 metrum, eftir at hava vunnið við 104 stigum ímóti teimum 97 hjá Sirið Rein.