Føroyar verða ikki spáddar nógvar møguleikar, tá ið U21-landsliðini hjá Føroyum og Danmark í morgin bresta saman í Aalborg í seinasta dystinum í EM-undankappingini.
Sambært miðaloddsunum á marknaðinum, so er 89% møguleiki fyri donskum sigri, 8% møguleiki fyri javnleiki og einans 3% møguleiki fyri føroyskum sigri.
Danska veddingarfyritøkan, Danske Spil, leggur ikki fingrarnar ímillum og hevur hægsta oddsið á øllum marknaðinum upp á føroyskan sigur. Oddsið hjá teimum er einki minni enn 55 upp á Føroyar.
Danmark hevur eina rúgvu at spæla fyri. Vinna teir á Føroyum í morgin, so hava teir endaliga tryggjað sær luttøku til endaspælið. Fær Pólland tó ikki fult ímóti Georgia, so er Danmark víðari óansæð.
Tá Føroyar og Danmark hittust í fyrra dystinum í bólkinum á Tórsvølli tann 31. august í fjør, fór Danmark avstað við einum 3-0-sigri.
Dysturin ímillum Føroyar og Danmark verður á Aalborg Stadion í morgin kl.17.00 føroyska tíð.