Oddsini eru næstan jøvn millum B71 og AB

Her eru oddsini upp á dystin millum B71 og AB

Leygardagin klokkan 13 spæla uppflytingarkandidatarnir í 1. deild, B71 og AB dyst á Sandi.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

B71 er nummar fýra í deildini við 37 stigum. AB er nummar fimm við 35 stigum.

 

Báðir dystirnir millum liðini fyrr í ár endaðu við javnleiki, ávikavist 2-2 og 1-1.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt lítið vet til ein sigur til B71.

 

Oddsini upp á heimasigur til B71 liggja millum 2,20 og 2.30. 

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,30 og 3,59.

 

Oddsini upp á útisigur til AB liggja millum 2,70 og 2,89.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##