Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á heimavølli 31-26 á Norddjurs. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 16-13.
Pauli var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum við fimm málum, og Pætur skoraði tvey mál.
Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn vunnu á útivølli 35-32 á Midtjyllandi. Í steðginum vóru Kjartan og liðfelagarnir á odda 17-15.
Kjartan skoraði tvey mál.
Í morgin klokkan 15 verður føroyingauppgerð. Tá taka Pauli Jacobsen og liðfelagarnir móti FIF, ið hevur Leiv Mortensen, Boga Hansen, Janus og Jónas Djurhuus á liðnum.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | HØJ | 3 | 6 |
2 | Skive | 4 | 6 |
3 | Lemvig-Thyborøn | 4 | 4 |
4 | Norddjurs | 4 | 4 |
5 | Sydhavsøerne | 4 | 4 |
6 | Tønder | 4 | 4 |
7 | Aarhus HC | 3 | 4 |
8 | HC Odense | 3 | 4 |
9 | HC Midtjylland | 4 | 4 |
10 | Rækker Mølle | 4 | 4 |
11 | Odder | 4 | 2 |
12 | Roskilde | 4 | 2 |
13 | FIF | 3 | 2 |
14 | Faaborg | 4 | 2 |