Í kvøld klokkan 18.30 verður fyrsti dysturin í 21. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur.
Í Sarpugerði í Norðragøtu tekur Víkingur móti HB.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
HB er nummar trý í deildini við 34 stigum, og Víkingur er nummar fimm við 33 stigum.
Víkingur hevur tvær ferðir áður í ár vunnið á HB í Sarpugerði. 25. juni vann Víkingur í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini 4-0 á HB, og 1. apríl vann Víkingur í landskappingini 2-1 á HB.
Á ovara vølli í Gundadali vann HB 14. mai í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini 2-1 á Víkingi. 30. mai endaði tað í landskappingini við javnleiki 0-0 millum HB og Víking á ovara vølli í Gundadali.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í Sarpugerði í kvøld eru rættiliga jøvn. Tó hella tey eitt lítið vet til heimasigur til Víking.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,10 og 2,28.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 2,65 og 2,90.
HER eru oddsini:
##med2##











